Næstu dagarnar verða KÍ-høllin og Badmintonhøllin karmur um stóra hondbóltsstevnu við luttøku av føroyskum og donskum liðum.
Tað er Morten Hust Petersen og onnur sum skipa fyri stevnuni, sum kallast MARCON CUP 2016. Kappingin er fyri G14, D16 og G17, og luttakandi liðini verða, sum nevnt úr Føroyum og Danmark. Í bólkinum fyri G14 verða 6 lið, í bólkinum fyri D 16 verða eisini 6 lið, meðan tað í bólkinum fyri G17 verða 7 lið. Viðmerkjast kann, at Stjørnan hevur lið í báðum gentubólkunum.
Stevnan verður sett mánakvøldið kl. 18:45 og endar hósdagin. Hesar dagarnar skulu heilir 60 dystir leikast.
Luttakararnir úr Danmark, sum eru umleið 120 í tali, komu til landið við Norrønu í morgun. Hesar dagarnar tey eru í Klaksvík, skulu tey búgva á skúlunum. Møguligt verður eisini hjá føroysku luttakarunum at búgva á skúlunum.
Øll hesi ungu fara heilt víst at seta dám á býðarlívið næstu dagarnar.




