Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór innandurakapping

John William Joensen

Í døgunum 17. og 18. februar verður Silva Cup 2007 hildin í Ítrottarhøllini á Kambsdali.

Í fleiri ár á rað hevur Leirvíkar Ítrottarfelag bjóða ungum fólki runt í landinum, at taka lut í árligu Silva Cup, og kemur LÍF aftur í ár at skipa fyri kappingini.



Silva Cup verður á Kambsdali dagarnar 17 – 18 februar, og er tað møguleiki hjá øllum í aldrinum frá 6 ár og upp til 18 ár at luttaka. Trý tey bestu liðini í ymsu aldursbólkunum verða heiðraði.



Tað er Norðoya Sparikassi ið stuðlar kappingina. Les meira um kappingina í bløðunum komandi dagarnar.