Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór móttøka fyri Einari

Norðlýsið

Fríggjadagin í vikuni sum fór, skipaði Einar Waag fyri móttøku í Skalanum í samband við sín 60 ára føðingardag.

Rættuliga nógv fólk nýttu høvi at heilsa uppá stjóran í Føroya Bjór, og sigast má, at Einar er og hevur verið ein at teim stóru vinnulívsmonnunum í Klaksvík.

Longu sum heilt ungur vitsti hann hvat hann vildi, og eftir lokið studentsprógv á studentaskúlanum í Høng fór han í praktikk á donskum bryggjaríum.

Praktikkin var ætlað til víðari lestur, og fór hann tí til Týsklands í 1968 at læra til bryggjara, har hann prógv í 1969.

Heimafturkomin fór hann beinanvegin til arbeiðis á Føroya Bjór hjá pápa sínum og longu í 1970 varð hann settur sum virkisleiðari. Einar sigur í lítlari viðmerking til Norðlýsið, at pápi hansara gjørdist ein sera gamalur maður, og tí gekk rúm tíð til leiðaraviðurskiftini hjá Einari vórðu formaliseraði, men gamli Einar tók sera lítlan lut í leiðsluni av bryggjarínum eftir at tann yngri hevði tikið við.

Størsta avbjóðingin, sum eg haldi at Føroya Bjór hevur havt í mínari tíð, var í 1980 tá vit bráðliga fingu loyvi at bryggja sterkari øl. Áðrenn 1980 var alt øl influtt, og næstan alt sum varð influtt var tann tá kendi “Elefanturin”, ið var 7,5%. Tá lógin kom ígjøgnum, um at loyva brygging í Føroyum, var samstundis ásett, at styrkin á ølinum ikki skuldi vera hægri enn Gull, ella 5,8%.

Sigast skal um Einar, at hann hevur verið ótrúliga trúgvur í arbeiði sínum. Hvønn tann einasta morgun møtir hann til arbeiðis kl. 8.00 og sum oftast er klokkan blivin 16.30 áðrenn hann fer til hús.

Hóast frítíðin hjá Einari hevur verið avmarkað, so hevur honum dámt at verið á floti, á hestbaki og eisini haruskjóting.

Í Skálanum vóru nógvar røður hildnar fyri føðingardagsbarninum har vinir, viðskiftafólk og starvsfelagar heiðraðu honum og tær vóru sum vera man bæði skemtiligar og álvarsligar.

Borðreitt var við øllum góðum, og sjálvandi fingu gestirnir eina øl ella báðar tvær at skola niður við.

Vit á Norðlýsinum fara at ynskja Einari hjartaliga tillukku við teim fimmti, verður tú líka gamalur sum hin gamli, so er langt eftir at rógva til tú kemur inn í taran.