Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór móttøka fyri Klaksvíkingi

John William Joensen

Eftir at Klaksvíkingur hevði vundið burtur úr Eysturoyingi á Jóansøku var stór móttøka í róðrarneystinum í Klaksvík seint leygarkvøldið

Tað sá annars ikki so gott út áðrenn róðurin byrjaði á Jóansøku. Manningin á Eysturoyingi hevði fingið spildurnýggjan bát at rógva í, men longu frá byrjan var greitt at Klaksvíkingur fór at vinna. 

Teir fingu eina flúgvandi byrjan og tá farið var um málstrikuna var meira enn trí sekund millum bátarnar.

Nú stendur á jøvnum millum Klaksvíking og Eysturoying og kappingin um FM stendur púra opin.

Sí myndir frá móttøkuni tá Klaksvíkingur kom aftur til Klaksvíkar

Tillukku KRF