Danskir serfrøðingar eru sera ósamdir um virknaðin av hpv-koppingarevninum, ið skal verja kvinnur móti lívmóðurhálskrabba.
Danskir serfrøðingar eru sera ósamdir um virknaðin av hpv-koppingarevninum, ið skal verja kvinnur móti lívmóðurhálskrabba. Tað skrivar dr.dk.
“Hpv-koppingarevnið bjargar mannalívum,” sigur danska Heilsustýrið.
“Tað eru eingi prógv fyri tí,” sigur Kim Varming, leiðandi yvirlækni á Universitetssjúkrahúsinum í Aalborg, sum er serfrøðingur í kliniskari órinsfrøði.
Í eini samrøðu við Informatión ákærir hann stjórna í Heilsustýrinum, Søren Brostrøm, fyri vísundaliga óreiðiligheit.
“Heilsustýrið og Søren Brostrøm siga, at hpv-koppingarevnið verjir móti lívmóðurhálskrabba, og at tað bjargar mannalívum. Hann vísir samtíðis á, at talan er um umleið 100 gentur um árið. Tað vil eg kalla vísundalig óreiðiligheit. Talan er um eina villleiðandi upplýsing, tí tað er ikki prógvað, at koppingarevnið verjir móti krabbameini,” sigur Kim Varming.
Heilsustýrið hevur ikki vilja gjørt viðmerkingar til ítøkiligu atfinningarnar, men sigur í einum skrivi til Informatión, at týðiligt samanhang er millum lívmóðurhálskrabba og hpv-smittuna. Útrokningar frá einum árgangi av gentum har 80 prosent lótu seg koppseta, vísa, at koppingarevnið kann fyribyrgja 207 tilburðum av lívmóðurhálskrabba í hesum árganginum, og kann bjarga 41 frá at doyggja av sjúkuni.
Í Føroyum fingu allar 14 ára gamlar gentur tilboð um ókeypis koppseting móti hpv í 2009. Í 2010 varð tilboðið víðkað til at umfata gentur millum 13 og 15 ár, og síðani 2012 hevur tilboðið verið givið øllum gentum og kvinnum millum 12 og 28 ár.




