Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju hóskvøldið

Tíðindaskriv

Nú hóskvøldið, 10 desember, kl. 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju til frama fyri “Í menniskjum góður tokki”. Tað serliga við hesari konsertini er eisini, at fýra kór eru við og at Sigrið Sivertsen er kórleiðari hjá øllum fýra. Tey eru barnakórið “Dropar” og “Ung stjørnuskot” úr Tórshavnar Musikkskúla, kórið Xperiment, sum veruliga hevur gjørt vart við seg, og stóra Morgunkórið, ið byrjaði síðsta vetur í samstarvi við “Góðan morgun Føroyar” í Útvarpinum. Við í stóra Morgunkórinum syngja omanfyri hálvthundrað sangglað fólk, og tilsamans verða væl omanfyri hundrað sangarar við á konsertini hóskvøldið.


Undir konsertini verður savnað inn til “Í menniskjum góður tokki”, og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma á konsertina og stuðla við einari peningagávu.

Sigrið Sivertsen sigur, at flestu sangararnir í teimum trimum yngru kórunum eru byrjað at syngja sum smábørn. Summi av teimum eru eisini sjálvstøðugir sangarar.

Sigrið hevur sjálv gjørt tær flestu útsetingarnar, sum kórini fara at framføra á konsertini. Jónleif Jensen stýrir orkestrinum í “Dropum”, og frásøgumaður á stuðulskonsertini verður kringvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen.

-Morgunkórið byrjaði seinast í februar í ár og hetta var ein verkætlan saman við Morgunsendingini í Útvarpinum. Hon var fyri fólk, ið ikki høvdu sungið í kóri ella á palli áður og hon skuldi verða í tríggjar mánaðir.Tað vísti seg tó,at hesi fantastisku menniskjuni elskaðu at syngja, og tey høvdu ikki hug at halda uppat aftur, tá verkætlanin var liðug. Úrslitið varð, at vit syngja framvegis og eg eri framvegis kórleiðari hjá teimum og tað eri eg sera glað fyri, sigur Sigrið Sivertsen, sum gleðir seg nógv til stuðulskonsertina hóskvøldið.

Á konsertini fara kórini burturav at syngja jólatilfar, og at enda syngja øll fýra kórini saman við áhoyrarunum “Happy Christmas” hjá John Lennon.

Harleyfacadeacryl