Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór Svimjikapping – Klaksvík National leygardagin 29. november

John William Joensen

Kappingin hevur altjóða dám bæði við ljósshowið, DJ og stórskýggja har møguleiki er at síggja endaspurturnar í slow motion.

Kappast verður á 50 og 100 metrunum, umframt blandaðari liðsvimjing.

Svimjarar í bólki 2, 1, junior og senior eru bodnir við til kappingina.

Til 50 m. kappingarnar sleppa 6 teir bestu svimjararnir úr hvørjum bólki víðari at kappast í finaluni sum vera um kvøldið.

100 metrarnir verða opnar kappingar og skerdar til tveir riðlar sum verða svomnir beinleiðis leygarmorgunin.
Kappingin byrjar kl. 9.00 leygarmorgunin og svomið verður til kl. ca. 12.30

Finalurnar seinnapartin byrja kl. 17.30 og enda umleið kl. 20.30

Vinningar til nr. 1 – 2 – 3:
Nr. 1: Gávukekk kr. 300,- frá Norðoya Sparikassa
Nr. 2: Gávukort kr. 200,- frá SPORTMASTER í Klaksvík
Nr. 3: Gávukort kr. 100,- frá SPORTMASTER í Klaksvík
Vinningar til stafettirnar:
Nr. 1: 4 gávukort kr. 250,- frá INTERSPORT + steyp til ognar
Nr. 2: 4 gávukort kr. 150,- frá INTERSPORT + steyp til ognar
Nr. 3: 4 gávukort kr. 100,- frá INTERSPORT + steyp til ognar

Hugnaløta í Skálanum
Í steðginum ca. kl. 12.30 verður døgverði í Skálanum fyri øllum svimjarum, leiðarum, hjálparfólkum og annars øllum sum hava áhuga fyri svimjing, kostnaðurin er 100 kr. fyri hvønn. Tað verður borðreitt við einum lekrum døgverða og onkrum góðum omaná.

Formaðurin í Svimjisambandinum Jón Hestoy kemur at greiða frá um Føroyska svimjing frá tiðini hann byrjaði at svimja og fram til dagin í dag, eisini kemur hann at vísa myndir.

Felagssangur verður eisini á skránni og verður tað Torkil Mørkøre sum skipar fyri tí.