Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór tilgongd til B68 í summar

Jákup Ósá

Mest sannlíkt vera seks ”nýggir” leikarar við í B68 hópinum til seinnu hálvu, meðan liðið missir ein.

Mest sannlíkt vera seks ”nýggir” leikarar við í B68 hópinum til seinnu hálvu, meðan liðið missir ein.

Niclas Davidsen er formaður í B68 og hann sigur, at B68 fær stóra tilgongd í summar.

– Remi Langaard, Oddur Højgaard, André Olsen og Ibrahima Camara hava allir verið í felagnum fyrr og vera allir partur av hópinum frá nú av. Síðani er tað Niclas F. Joensen, sum hevur verið uttanlands í eina tíð. Tað liggur í kortunum, at eisini hann kemur aftur, hóast hetta ikki liggur púra fast enn. Og so er tað málmansspurningurin. Har hava vit fingið at vita frá Kristian Joensen, at hann heldur ikki fram hjá okkum. Tí hava vit kannað ymiskar møguleikar og vit hava eisini ein góðan eykamálverja, men enn er einki avgjørt. Innan eina viku vænta vit, at hetta er komið uppá pláss, sigur Niclas Davidsen við Norðlýsið.

In.fo visti fyrr í dag at siga, at nýggjur B68 málverji mest sannlíkt verður Hans Jørgensen, sum eisini var í B68 í 2012. Sostatt fær B68 mest sannlíkt tilgongd av seks ”nýggjum” leikarum í mun til fyrru hálvu. Men felags fyri allar er, at teir hava verið í felagnum áður. Remi og Oddur spældu eisini við í seinastu dystunum áðrenn summarsteðgin.

B68 formaðurin sigur, at teir vóru væl nøgdir við fyrra part av fyrru hálvu í kappingini, men minni væl nøgdir við seinna partin. Tað hevur verið ov óstøðugt, men við tilgongdini nú skuldu vit havt ein breiðari og betri hóp, sigur B68 formaðurin Niclas Davidsen.