Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór tónleikakapping uttan Klaksvíksbólkar

John William Joensen

Seinasta vikuskiftið var stór tónleikakapping hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fleiri enn 20 tónleikabólkar úr øllum landinum vóru við, men eingin Klaksvíksbólkur luttók

Klaksvíkin gekk í nógv ár undan í føroyskum popp og rocktónleiki. Við bólkum sum Hjarnar, Straight Ahead, Frændum, Dynamitt, Science Fiction og øðrum á odda, spældu klaksvíksbólkar populeran og góðan tónleik fyri føroyingum.
Men meðan teir etableraðu bólkarnir í Klaksvík framvegis skriva nýggjan tónleik og eru nógv frammi, so er líkt til, at fáir ungir bólkar eru á veg fram í løtuni.
Í øllum førum var eingin bólkur úr Klaksvík við til kappingina Global Battle of the Bands, sum varð hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinasta vikuskiftið.
Fleiri enn 20 bólkar úr øllum landinum vóru við í kappingini, sum kanska serliga er ætlað nýggjum nøvnum, ið vilja fram, men eingin av bólkunum var úr Klaksvík. Onkur klaksvíkingur spældi við í onkrum bólki, men hesir bólkar vóru ikki úr Klaksvík.

Marius vann
Kappingin Global Battle of the Bands varð hildin í Fuglafirði hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldi, og endin var, at Marius vann kappingina. Marius er fyrrverandi sangarin í bólkinum Flux, men nú skrivar hann tónleik og spælir undir sínum egna navni.Dómarar í kappingini vóru tríggir útlendingar og tveir føroyingar.
Marius skal taka lut í altjóða finaluni í Global Battle of the Bands sum umboð fyri Føroyar.