Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór undirtøka fyri Umboðsráðvalinum

Tíðindaskriv

Meira enn ein triðingur av tryggingartakarunum valdu at taka lut í umboðsráðvalinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum umvegis TF Holding eigur m.a. Tryggingarfelagið Føroyar, Eik og Betri pensjón. 35 fólk stillaðu upp til valið og 17 limir komu inn í Umboðsráðið, har tey fara at sita næstu fýra árini.

Meira enn ein triðingur av tryggingartakarunum valdu at taka lut í umboðsráðvalinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum umvegis TF Holding eigur m.a. Tryggingarfelagið Føroyar, Eik og Betri pensjón. 35 fólk stillaðu upp til valið og 17 limir komu inn í Umboðsráðið, har tey fara at sita næstu fýra árini.

Heili 8.177 atkvøður vóru komnar inn, tá freistin var úti týsdagin. Tilsamans vóru 23.226 atkvøður hjá tryggingartakarunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum leysar. Hetta er ein valluttøka á 35,2%.

Flest atkvøður fekk Ingeborg Godtfred, sum longu hevur sitið trý valskeið í Umboðsráðnum. Ingeborg, sum fekk heili 940 persónligar atkvøður, situr eisini í løtuni í nevndini hjá TF Holding. Seks av valdu limunum hava ikki sitið í Umboðsráðnum fyrr, meðan 11 eru endurvald.

Teir 17 limirnir, sum eru valdir inn í Umboðsráðið hesuferð eru:

Navn: Atkvøður:

Ingeborg Godtfred 940

Magni Arge 409

Súni í Hjøllum 397

Karl Birgir Isaksen 374

John Kruse 373

Jákup Egholm Hansen 355

Arni Djurhuus Brattaberg 329

Annika Waag 301

Hanus Toftheyggj 295

Jóhannus Danielsen 292

Dánjal Petur Nielsen 289

Birgir Nielsen 286

Uni Danielsen 279

Niels Olaf Eyvindsson 264

Hallur Thomsen 262

Jákup Oluf á Lakjuni 218

Árni Jakobsen 217

Samlaða úrslitið fyri øll uppstillaðu valevnini er at finna á Trygging.fo.

Munandi størri áhugi hesaferð

Hetta var fyrsta Umboðsráðsvalið, har allir tryggingartakarar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum fingu atkvøðuseðil sendandi við postinum. Til valini, sum hava verið higartil, hevur tryggingartakarin sjálvur verið noyddur at biðja um atkvøðuseðil. Broytingin vísir tí eina munandi øking í undirtøkuni til Umboðsráðvalið. Heilar 8.177 atkvøður komu inn í ár, meðan 3.997 komu inn til síðsta val í 2012.

Hvat er Umboðsráðið?

Umboðsráðið er ovasti myndugleiki í TF Holding samtakinum. Umboðsráðið er aðalfundurin hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Umboðsráðið velir nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, góðkennir ársroknskapin og ger møguligar viðtøkubroytingar. Eisini kann Umboðsráðið viðgera yvirskipað strategisk átøk og eftirmeta virksemið o.l. Valda nevnd í Ognarfelag Tryggingartakaranna er eisini nevnd í TF Holding, sum harumframt eisini hevur starvsfólkavaldar limir.

Í Umboðsráðnum eru 35 limir, ið verða valdir fyri 4 ár í senn. Annað hvørt ár verða helvtin av limunum valdir av nýggjum. Í ár skuldu 17 av 35 limum veljast.

Hvat er TF Holding samtakið?

TF Holding samtakið er millum størstu samtøk í landinum. Samtakið virkar innan trygging, pensjón, fígging og íløgur. Virksemið hjá samtakinum byrjaði við Tryggingarfelagnum Føroyum og er síðan økt munandi, serliga seinastu árini. Høvuðsfeløgini eru nú Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón og Eik Banki (TF Holding samtakið eigur 70% av Eik Banka).

Samanlagt hava hesi feløg um 300 starvsfólk á 11 deildum kring Føroyar. Harumframt hevur samtakið onnur smærri feløg, ið virka innan íløguvirksemi, endurtrygging og fastogn. Samlaði eginpeningurin er 2,5 mia. kr. og ognin íalt 8,9 mia. kr. (Hálvársfrásøgn 1. hálvár 2013).