Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór uppboðssøla av listaverkum

John William Joensen

Í døgunum 2. mars til 5. mars er framsýning av málningum í Café KÍ og leygarkvøldið 5. mars kl. 19 verða málningarnir seldir á uppboðssølu

Tað eru sera ymisk listafólk sum sýna fram í KÍ-høllini.
Millum tey kendastu kunnu vit nevna Amariel Norðoy, Pól Skarðenni, Eli Smith, Hedvig Høgnesen, Archibald Black o.fl..
Við á framsýningini eru eisini kend fólk sum tó ikki eru so nógv kend sum málarar.
Her kunnu vit nevna fyrrverandi løgmann, Anfinn Kalsberg, Bjørn Kalsø, Heðin Mortensen, Steinbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Jákup Mikkelsen (landsliðsmálverjin), Poul Færø, Niclas Heri Jákupsson, Sonhard Johannesen o.fl..
Leygarkvøldið 5. mars kl. 19 verður uppboðssølan og Karl Birgir Isaksen verður uppboðssøluhaldari.
 
Framsýningin
hevur opið frá kl. 19 til 22 mikukvøldið til fríggjakvøldið. Í samband við at framsýningin letur upp mikukvøldið 2/3 koma tveir limir úr gospelbólkinum I’m at spæla.
Leygardagin er framsýningin opin frá kl. 12 til uppboðssølan endar.
Atgongumerki er 20 krónur.