Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór útskifting í B71

Jákup Ósá

B71 er í samráðingum við fleiri leikarar úr Effodeildini, men liðið missir eisini nógv fólk, staðfestir formaðurin í felagnum.

B71 er í samráðingum við fleiri leikarar úr Effodeildini, men liðið missir eisini nógv fólk.

B71 flutti upp í 1.deild í fjør og endaði á 7. plássi í 1.deild í ár. Liðið stóð seg hampuliga væl til at vera ein uppflytari. Venjari var tann royndi Piotr Krakowski, og hann heldur fram sum venjari hjá B71. Men annars verður stór útskifting í hópinum, sigur formaðurin í B71, Oddmar Selfoss.

– Vit missa eini 6-7 leikarar í besta hópinum. Fleiri fara til havnarfeløgini og onkur er givin. Nú arbeiða vit við at fáa fleiri leikarar til, men tað er ikki lætt, tí okkara frástøða frá meginlandinum er ein avbjóðing. Tá hyggja vit eisini eftir útlendingum. Málið er at gera tað betri enn í fjør, men enn er nokk órealistiskt at tosa um uppflyting. Vit gera eitt stórt ungdómsarbeiði og hava nógvar góðar leikarar á veg úr ungdómsdeildunum frá serliga U14 liðnum, so vit mugu eisini hava tol til hesir eru klárir at spæla á besta liðnum, sigur Oddmar Selfoss við Norðlýsið.

Søgur ganga um, at B71 er í samráðingum við Ibrahima Camara, sum spældi við B36 í fyrru hálvu í ár, og Mikkjal T. Hentze, sum seinnu árini hevur spælt við AB, men sum er uppaldur í B71. B71 formaðurin váttar, at felagið er í samráðingum við hesar báðar, men at einki er avgjørt enn hesum viðvíkjandi.

Harleywoodpaint