Eg fari enn einaferð at heita á veljaran um at seta X við Jógvan Skorheim á lista D, um tú ynskir at Klaksvík skal vera ein “reinur og fríður, vaksandi býur”.
Á býráðsfundi í dag hava vit verið vitni til at ein kommuna, sum í skilaloysi hevur stýrt í fýra ár, straffar borgarin fyri tað, ið kommunan hevur vassað útí. Sum flest øllum kunnugt, var hall á roknskapinum upp á umleið 30 mió fyri 2007. Sitandi kommuna hevur valt at fíggja hallið við at hækka skattaprosentið við einum heilum prosenti. Hetta var júst tað, ið eg var bangin fyri. Eftir at hava vassað ov langt út, hava teir nú valt at leypa beint á bláman.
Tó eru tað ávísir glottar at hóma í nýggju fíggjarætlanini. Eg eri sera glaður um, at eg, sum uttanfyristandandi, longu havi havt so stóra ávirkan á kommununa – sjálvt um eg ikki eri valdur inn í býráðið enn.
Fyri 4 vikum síðani bar eg eitt blað út í hvørt hús í Klaksvík við yvirskriftini “Barnafamiljur bestu kor”. Her vísti eg á, at tað var sera umráðandi at kommunan fór undir at geva systkinaavsláttur. Fýra vikur seinni síggja vit eina fíggjarætlan frá samgonguni við bert einari viðmerking – nevniliga, at systkinaavsláttur skal skipast. Hví verður einki nevnt um hvørjir vegir skulu gerast, hvørjir stovnar skulu byggjast ella okkurt heilt triðja? Lítil ivi man vera um, at býráðspolitikkararnir hava lisið blaðið, ið eg havi borið út. Tí hava teir eisini sannað týdningin av, at systkinaavsláttur er alneyðugur fyri framtíðina hjá barnafamiljum í Klaksvík.
Eg kann bara gleðast um, at mín ávirkan longu ger seg galdandi innan kommununar gátt. Tað, sum eg førdi fram fyri ein lítlum mánaði síðani, er longu komið við í fíggjarætlanina. Tó haldi eg, at kommunan, við eini skattahækking uppá eitt heilt prosentstig, hevur givið við aðrari hondini, og tikið við hinari. Ikki kann sigast at barnafamiljurnar fáa tað nógv lættari – heldur tvørturímóti.
Eg fari enn einaferð at heita á veljaran um at seta X við Jógvan Skorheim á lista D, um tú ynskir at Klaksvík skal vera ein “reinur og fríður, vaksandi býur”. Um eg longu nú kann hava so stóran ávirkan, hvørja ávirkan fari eg so ikki hava aftaná 11. novembur, tá eg eri valdur inn?




