Aftur í ár verður stóra jólasølustevnan, sum Klaksvíkar ítróttarfelag skipar fyri.
Hesaferð luttaka um 25 fjølbroyttir handlar og stovnar úr Klaksvík, Eysturoynni og Tórshavn. Í millum luttakararnar er eisini Klaksvíkar kommuna, sum fer at greiða frá fleiri av teimum stóru ætlanum, sum arbeitt verður við.
Á sølustevnuni fara millum onnur nýggi Kall bólkurin The Message, ungu damurnar av Sandi Poppkorn, sangdrotningin úr Mikladali Ingibjørg og fleiri at luttaka. Eisini kunnu fólk fáa síni andlit málaði og sum so er, sín stuðul til FC Liverpool staðfestan.
Umframt alt hetta, koma eisini Trøllapætur og omman at vitja sølustevnuna.
Leygardagin:
Kl. 14:00 Sølustevnan letur upp
Kl. 15:00 hornorkestrið luttekur
Kl. 16:00 Ingibjørg
Kl. 17:00 Poppkorn Skriva autografar aftaná á básinum hjá Kalli
Kl. 19:00 Mótasýning
Kl. 20:30 Drigið verður millum atgongumerkini leygardagin
(krov, fartelefonir, gávukort)
Kl. 21:00 Sølustevnan letur aftur
SUNNUDAGIN
Kl. 14:00 Sølustevnan letur upp
Kl. 15:00 Trøllapætur og omman
Kl. 16:00 Ingibjørg
Kl. 17:00 The message Skriva autografar aftaná á básinum hjá Kalli
Kl. 18:00 Mótasýning
Kl. 19:00 Drigið verður millum atgongumerkini sunnudagin
(krov, fartelefonir, gávukort)
Kl. 20:00 Sølustevnan letur aftur




