Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóra takk fyri dyggan stuðul

Jógvan Sofus Vilhelmsen

Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið stuðlaðu Sambandsflokkinum á býráðsvalinum.

Serliga takki eg hvørjum einstøkum av tykkum 144, ið atkvøddu fyri mær persónliga.

Tíverri rakk tað ikki til at flokkurin vann sess í býráðnum hesaferð, men tað er bara at bróta upp um armar, og fara undir fyrireikingarnar til næsta val.

Samstundis vil eg ynskja øllum tykkum valdu, nývald sum afturvald, hjartaliga tillukku við valinum, og bestu eydnu í arbeiðinum kommununi at frama.

Bestu heilsur

Jógvan Sofus Vilhelmsen

Harleyfacadeacryl