Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóraneyst klárt til Kópakonuna

Oliver Joensen

Fyrireikingarnar til stórsta ferðavinnuátakið í nýggjari tíð, nevniliga Kópakonuna í Mikladali, ganga framá.

Um dagarnar er nógv virksemi niðri á bakkanum í Mikladali. Har stríðast tríggir mans við at skifta taki á Stóraneysti.

Tað er Markus í Nornastovu, sum saman við staðbundna manninum hjá Klaksvíkar Kommunu, Jákup Marnar Anthoniusen, ið standa fyri arbeiðinum.

Markus í Nornastovu sigur, at tá menn fóru undir at byggja Stóraneyst í 1961, var býtið soleiðis, at kommunan áti fýra sekstandapartar av neystinum, í meðan ymiskir mikladalsmenn áttu 12 sekstandapartar.

Vit sum áttu partar, guldu tá 100 krónur um árið, men hetta er dottið burtur og ábyrgdin av neystinum er fallin meira og meira til kommununa.

Ídag hugna vit okkum við at skifta takið í góðveðrinum. Tað er nevniliga so, at Klaksvíkar Kommuna hevur keypt takið og tilfarið. Vit eru fimm sum arbeiða her ídag, eg sjálvur, Jákup Marnar Anthoniussen, Kristian hjá Sannu, Kristian Andreasen og Dánial Eliasen.

Arbeiðið gongur sera væl, vit rokna við at vera liðnir við aðra síðuna ídag. Ætlanin er at fara undir hina síðina av neystinum beinanvegin, men sjálvandi, tað veldst um veðrið.

Her er hugaligt at arbeiða ídag, og stuttligt at síggja, at stórviðurin í neystinum er so frískur og so ógvusliga yvirdimensioneraður. Men nú var tíð uppá at skifta takið. Um hetta ikki var gjørt nú, so var helst onki neyst um nøkur ár, tí takið var so illa fari.

Tveir bátar standa inni á neystaloftinum annar er Herluf, sum var á útiróðri í ódnini í 1913 og hin er lítlibátur, sum Karl á Brúgv og Livar beiggi hansara áttu, tann báturin hoyrir heima í lítlaneysti og kann altíð flytast yvir hagar.

Annars er eisini ætlanir um at fara at skifta endarnar á neystinum. Í Mikladali eiga vit stórar og tungar borðplátur, ið eisini hava eina søgu, hesar ætla vit at flyta í neystið, soleiðis at neystið kann gerast ein hugnaligur pallur at hyggja eftir kópakonuni og at fáa søguna sagda, jú tað er við spenningi at vit síggja fram til stóra ferðavinnuátakið