Í almennum lesarabrævi roynir Óluva Klettskarð at siga fólki, at landsstýrissamgongan “raðfestir útjaðaran”. Eg vil spyrja: Er meiri peningur komin til Klaksvíkar Sjúkrahús? Verður Tekniski Skúli útbygdur? Er nøkur uppraðfesting á útbúgvingarøkinum yvirhøvur í útjaðaranum? Eru tunlarnir norð um fjall framskundaðir?
Í almennum lesarabrævi roynir Óluva Klettskarð at siga fólki, at landsstýrissamgongan “raðfestir útjaðaran”. Eg vil spyrja: Er meiri peningur komin til Klaksvíkar Sjúkrahús? Verður Tekniski Skúli útbygdur? Er nøkur uppraðfesting á útbúgvingarøkinum yvirhøvur í útjaðaranum? Eru tunlarnir norð um fjall framskundaðir?
Tá ið løgtingskvinnan úr Norðoyggjum vísir á, at leigugjaldið, sum alivinnan skal gjalda, ikki fer at tarna virkseminum, sum fer fram í økjunum, so er tað ikki rætt, tí tá ið stór gjøld verða tikin inn frá alivinnuni, fer hon sjálvsagt ikki at hava somu møguleikar fyri at gera íløgur og skapa størv og avleitt virksemi.
So jú – leigugjaldið fer at noyða alivinnuna at verða meira afturhaldandi í mun til íløgur og víðkað virksemi, og hetta fer at ganga út yvir virksemið og harvið eisini arbeiðspláss, bæði í vinnuni sjálvari og í avleiddum vinnum, sum annars fer fram í økjunum í dag. At landsstýriskvinnan nú sleppur ætlanini um at lata kommunurnar fíggja størra partin av skattalættanum við at hækka botnfrádráttin, broytir ikki nakað í mun til tilfeingisgjøldini á uppisjóvarvinnuna og tøkugjøldini á alivinnuna. Tað verða framvegis alivinnan og tilfeingisvinnan– sum halda til í útjaðaranum – sum skulu gjalda gildið. Tískil verða tað framvegis kommunurnar og borgararnir í útjaðaranum, ið skulu gjalda rokningina. Tí teir pengarnir, sum vinnan annars hevur brúkt til at gera íløgur og skapa arbeiðspláss, nú verða kravdir inn í landskassan.
Nú hevur reiðaríið Christian í Grótinum alment boðað frá, at teir hava slept ætlanini um at byggja nýggja Norðborg, og upplýsir felagið, at henda avgerð er ein avleiðing av teimum útmeldingum, sum eru komnar viðvíkjandi nýggju fiskivinnunýskipanini, og serliga tað ávirkan, ið hon fær á uppisjóvarvinnuna. Henda fráboðan er eitt álvarsamt dømi um, at ætlanirnar hjá samgonguni fara at ganga útyvir virksemið í økjunum, har vinnan annars er sterk – nevniliga í útjaðaranum.
Avleidda virksemið, sum ali- og fiskivinnan standa á odda fyri, heldur býum sum Klaksvík, Runavík, Gøtu, Fuglafirði, Tvøroyri og fleiri afturat uppi. Stóra framgongdin hjá elektrikarum, byggivinnuni og skipaumvælarum er fyrst og fremst hesum vinnum fyri at takka, og tí er arbeiðsloysið endiliga komið niður á eitt nøktandi støði. Vit hava ikki framíhjárættin av nógvum almennum arbeiðsplássum, ella eins stórum inntøkum av havnagjøldum úr øllum landinum, sum Tórshavnar kommuna hevur. Tí er vinnan okkara grundarlag, og tí eigur hendan øvugta útjavning, sum landsstýrissamgongan hevur ætlanir um at seta í verk, at verða steðgað alt fyri eitt.
Jógvan Skorheim
borgarstjóri




