Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stórar vónir eru til KÍ í ár

Jákup Ósá

Breið semja er um hjá nærum øllum, at KÍ og HB eru favorittar at vinna FM í 2021.

HB er verandi greipuvinnari og hevur sett met í málum í farna kappingarári. KÍ endaði á 3. plássi og bleiv útsligið í steypakappingini í fyrsta umfarinum. Men hóast hetta, so hava tey flestu stórar vónir til KÍ. Í Fótbóltsblaðnum hjá FSF, sum kom út í vikuni eru sjey miðlafólk sum tippa og øll eru samd um, at tippa KÍ og HB á teimum báðum fremstu plássunum. Fimm vænta at KÍ vinnur FM, meðan tvey vænta, at HB vinnur FM. Hetta er áleið sami leiklutur sum í fjør, tá fýra av sjey tippaðu KÍ at vinna FM, tvey tippaðu HB og eitt tippaði B36.

KÍ møtir sunnudagin uppflytarunum B68 á útivølli. Eins og undanfarnu ár, so hevur Norðlýsið upptakt við tí síðsta nýggja úr KÍ hópinum hvønn morgun á dystardegnum.