Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórbar konsert í Christianskirkjuni hóskvøldið

Jákup Ósá

Elsa Waage, operasangarinna og pianisturin Antonia Hevesi, sum undirvísa føroyingum í sangi í Klaksvík í 14 dagar, hava konsert í Christianskirkjuni nú hóskvøldið 21. september kl. 19,30.

Elsa fer m.a. at framføra:

Panis Angelicus av Cesar Franck,

Fac ut Portem (Stabat mater) av Giovanni Battista Pergolesi,

Ombra mia fu (opera Serse av) George Frideric Händel

Agnus Dei (Petite messe sollenelle) av Gioachino Antonio Rossini

Tveir Nigro spiritual.

o.a.

Antonia Hevesi fer at spæla tvey stykki á orgelið, sum hon sjálv hevur útsett og m.a. eina orgulsolo, d moll toccata av J. S. Bach

Tær hava báðar verið á palli í Íslandi, Týsklandi, USA, Eysturríki og manga aðrastaðni.

Umframt at tær undirvísa í Klaksvík bæði einstaklingum og kórum, høvdu tær konsert í Norðurlandahúsinum seinasta leygardag.