Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórdystur í Premier League sunnudagin: Liverpool ætlar at taka “brúnna” sunnudagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tað eru heili 4 ár síðan, at Chelsea tapti á heimavøllinum, Stamford Bridge, men sunnudagin kemur hitt ósigraða oddaliðið í Premier League, Liverpool, á vitjan, og teir ætla at gera ein enda á hesari ósigraðu dystarrøðini.

Sunnudagin møtast tey bæði oddaliðini í Premier League – Chelsea og Liverpool – á heimavøllinum hjá Chelsea, Stamford Bridge í London.

Við kendu fótbóltsheimasíðuna, soccernet.com, sigur miðvallarin hjá Liverpool, Xabi Alonso, at hann roknar við, at ein sigur til Liverpool í hesum dystinum fer at skapa ótta fyri Liverpool hjá øllum hinum fremstu liðunum í Premier League.

Undan hesum dystinum hava Chelsea og Liverpool 20 stig í part ovast á stigatalvuni, og bæði liðini kunnu reypa av, at tey ikki hava tapt nakran dyst higartil í Premier League.

Harafturat kann Chelsea fara til hendan dystin við tí sjálvsálitinum, at liðið ikki hevur tapt á heimavølli í teimum seinastu 86 dystunum í Premier League !!!

Men við tað at Manchester United longu telist millum ofrini, sum Liverpool higartil í kappingini hevur vunnið á, so heldur Xabi Alonso – sum er tøkur aftur eftir ein knæskaða – at “the Reds” kunnu vinna sær eitt ógvuliga týðandi sálarligt yvirtak við einum sigri í Vestur London sunnudagin.

– Vit vita, at Chelsea hevur eina fantastiska røð av úrslitum á heimavølli – teir hava ikki tapt í 4 ár á heimavølli,og tað verður sera hart, men vit kenna veruliga á okkum, at vit eru tilreiðar at fáa eitt gott úrslit har, sigur spaniumaðurin m.a. við soccernet.com.

– At vinna á United var okkara fyrsta stóra roynd í hesi kappingini. Tann sigurin var ógvuliga týðandi fyri okkara sjálvsálit, og hesin dysturin er ein onnur stór roynd fyri okkum.

– At verða tað fyrsta liðið, sum vinnur á Chelsea á heimavølli í Premier League eftir alla hesa tíðina hevð isett okkum í eina sera góða støðu, og tað hevði sent út eini týðandi boð, men vit mugu first vinna á Chelsea, áðrenn vit kunnu hugsa víðari, t.d. um hesi tingini, sigur Alonso, og hann heldur fram:

– At vunnið á Stamford Bridge, kundi sett okkum á røttu kós restina av kappingarárinum, men um vit so vunnu, verður tað framvegis ov tíðliga í kappingini at sagt ov nógv um at vinna meistaraheitið. Tað er framvegis ein langur vegur eftir, staðfestir spanski landsliðsmiðvallarin hjá Liverpool, Xabi Alonso.