Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórfingin gáva úr London

Norðlýsið

Lítil neisti kann birta stóran eld – stórfingin gáva úr London.

”It will change our perception of the world” Soleiðis málbar kendi professarin Stephen Hawking seg til setanina av Paralympisku leikunum í London 2012. Rætt hevði hann – fjølmiðlafólk úr øllum heiminum sendu frá leikunum, har øll atgongumerki vóru útseld hvønn dag. Áhugin fyri leikunum var ómetaligur, yvir 200 met vórðu sett og ítróttafólk gjørdust heimskend.

Tískil gjørdist gávan, sum vit fingu úr London herfyri, eitt kærkomið minni um føroysku luttøkuna í London 2012. Tað er so, at tá ið teir Paralympisku leikirnir verða settir, so verður tann Paralympiski eldurin tendraður. Øll vertslond leggja seg eftir at eldurin ímyndar eitthvørt sermerkt fyri júst teirra leikir.

Í London var ímyndin ein blóma við hondgjørdum messing krúnubløðum. Eldurin, tað vil siga blóman, hevði 164 slík krúnubløð, eitt fyri hvørt luttakandi landið.

Eldurin brann í 12 dagar, meðan teir Paralympisku leikirnir vóru í London.

Eftir leikirnar ynskti arkitekturin og sniðgevinThomas Heatherwick, at krúnubløðini skuldu sendast til øll 164 londini, ið høvdu, hvørt við sínari lítlu eldflammu,- Føroyar eins væl og Kina, Rusland og USA – verið við til at gjørt tann stóra eldin. Í krúnublaðnum stendur skrivað: “London 2012 Paralympic Games Faroe Islands.”Eisini vildi hann hava mynd av formanninum í nationalu nevndini saman við minnisgávuni senda til sín, so øll luttakandi londini koma við síni mynd.

Hvørt krúnublað er sent til luttakandi londini, sum ein tjóðskaparligur minnislutur um luttøkuna í teimum Paralympisku leikunum, ið er næst størsta kappingin í heiminum.

Føroyar hevur luttikið á 8 Paralympiskum leikum, síðani 1984. 13 fólk hava verið við – fýra teirra hava vunnið samanlagt 13 heiðursmerki. Í 2012 var tað Ragnvaldur Jensen av Sandi, ið megnaði kravtíðina í 100 metra bringusvimjing. Svimjarar hava vunnið øll heiðursmerkini og hava tey verið limir í svimji-feløgum kring landið: Ægir, Havnar Svimjifelag, Flot og øðrum. Í flestu førum hevur landsliðsvenjari frá ÍSB eisini havt týðandi leiklut.

Vit hyggja vit fram móti Rio 2016! Sum nú er, hava vit fýra ítróttafólk, ið hava sett sær sum mál at koma til Rio í 2016. Eina úr Ægir, tveir í frælsum ítrótti sum venja hjá Sonna Djurhuus og annar venur meginparin í Hvirluni, og ein bocciaspælara, sum venur í Danmark. Hesum fara vit at greiða nærri frá í øðrum høpi.

“We will never think of sport the same way, and we will never think of disability the same way!” Soleiðis segði Sebastian Coe í endahátíðarhaldinum til Paralympisku leikirnar. Slagorðini fyri IPC, (altjóða paralympiska nevndin) eru hesi:

At menna para-ítróttafólk til at røkka hægstu ítróttatindunum,

– at eggja og at hugtaka heimin.

Við London Games 2012 er komið sera langt, til tess at náa hesum málsetningi – og skulu vit vera við á hægsta stigi, er umráðandi at vit standa saman og geva ítróttafólki okkara bestu umstøður at venja í.

Forseti ÍSF´s Petur Elias Petersen, ið var í London til ein part av Paralympisku leikunum skrivaði, sera beinrakið, soleiðis í grein: “Fram um undanfarnar leikir hava Olympisku og Paralympisku leikirnir í London 2012 verið meiri sum ein eind. Ítróttarøki, fyriskipan og fjølmiðlaáhugi hava verið áhaldandi hetta langa tíðarskeiðið, og kenna allir luttakarar seg sum part av eini størri heild.

Hetta er tað, olympisku og paralympisku rørslunar hava strembað eftir tey seinstu árini, og hesaferð hevur tað eydnast.

Eisini fyri okkum føroyingar hevur hetta verið ein spennandi tíð, har vit hava kent okkum sum ein part av alheims ítróttasamfelagnum.”

Á fundi í morgun, 15. Januar 1013 hevur Mentamálaráðið við mentamálaráð-harranum, ið eisini er ítróttaráðharri, játtað at verða verji ( protector ) hjá ÍSB og tað fegnast vit um.

Tískil stendur stórfingna gávan úr London á sjónligum stað í Mentamála-ráðnum, so tað er øllum frítt fyri at síggja krúnublaðið, myndir og nærri kunning um hetta.