Fimleikafelagið Støkk fekk gávukekk áljóðandi eina millión krónur frá Norðoya Sparikassa
Í dag fekk fimleikafelagið Støkk stórfingnan gávukekk frá Norðoya Sparikassa. Fimmára sponsoravtlað varð eisini gjørd við Støkk í samband við, at Norðoya Sparikassi opnaði nýggja deild í Eysturoynni.
Í sambandi við at Norðoya Sparikassi í dag opnaði nýggja deild á Saltangará handaði, Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri, fimleikafelagnum Støkk ein gávukekk uppá eina millión krónur.
Støkk hevur haft ætlanir, um at byggja eina filmleikahøll og verður peningurin brúktur til hetta.




