Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórfingin konsert í KÍ-høllini

John William Joensen

Leygarkvøldið 23. august verður ársins konsert í Klaksvík. Konsertin kallast ”Landaplágur á palli”, og tað verða nakrir av teimum bestu sangarum úr Klaksvík, sum fara at syngja sínar kendastu sangir hetta kvøldið.


Listastevna Føroya verður í hesum døgum hildin í Havn, og nú hendan mentanarstevna ikki longur røkkur til Klaksvíkar, er tað gyltur møguleiki hjá norðoyingum at leita sær á eina fólksliga konsert, sum fer at bjóða fyrsta floks tónleik.


Og tað verður ikki hissini undirhald, tí á pallinum verða nakrir av teimum kendastu sangarunum úr Klaksvík, og teir fara at geva fólki eina hittparadu av teimum frægu.


Sangararnir á konsertini verða: Jákup Marnar Anthoniussen, Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen, Birgir Sigurðsson, Arnfríð Lützen, Jógvan Hansen og Hans Jacob Nystrøm.


Hesi fólk hava sungið eina ørgrynnu av kendum sangum – landaplágum – og á konsertini verða sangir sum Føroyar, Til allar vinir, Heldur Akker Títt, Breaking my Heart og nógvir aðrir at hoyra


Ein bólkur við dugnaligum tónleikarum fer at spæla undir, og í hesum bólki spæla Magni Husgaard, Erik Biskopstø, Høgni Klakkstein og Hjalti Joensen. Gunnar Nolsøe verður vertur.


»Landaplágur á palli« er føðingardagskonsert hjá KÍ, nú felagið fyllir 99 ár. Konsertin verður í KÍ-høllini leygarkvøldið 23. august kl. 21.00 og varðar í umleið 2 tímar.


Tað eru nógv ár síðani, at ein slík konsert varð fyriskipað í Klaksvík, men nú hava norðoyingar og onnur so møguleikan at hoyra nakað av tí besta, sum er skrivað av føroyskum tónleiki.