389 kilo vitar stóri bluefin tunfiskurin, sum Suðuringur og Rankin fingu í trolið á Rygginum á leið miðskeiðis ímillum Føroyar og Ísland.
Tað var Hans Marius í Byrgi, sum fyri løtu siðani kom til Klaksvíkar við tunfiskinum, Tað var “Tummas T”, sum kom inn við fiskinum og bleiv hann givin til Sjómannadagin at vísa fram. Sum sæst aðrastaðni her á síðuni, so verður eisini høvi at fáa smakkiroynd av tunfiskakjøti við stóru fiskabufféina ímorgin ímillum 13 og 16.00.
Tunfiskurin bleiv lagdur á køl inni á NFCS. Fiskurin vigar sum sagt 389 tilo og er 3 metrar langur.




