Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóri pallur í stórformi

Summar Festivalurin

Ongantíð áður hevur ljóðstyrkin verið so nógv og ljósini so framkomin.

Ongantíð áður hevur ljóðstyrkin verið so nógv og ljósini so framkomin.

Landsins størsti tónleikapallur er pallurin, ið verður brúktur til stóru konsertirnar á Vágsbøi. Summar Festivalurin hevur á hvørjum ári gjørt nógv burturúr tøkniligu útgerðini á pallinum, og í ár er einki undantak.

Ongantíð áður hevur ljóðstyrkin verið so stór, sum hon er í ár, og ongantíð áður hevur ljósútgerðin verið so framkomin.

Krøvini frá útlendsku stjørnunum eru stór, og Summar Festivalurin syrgir á hvørjum ári fyri at lúka øll krøv – og væl tað.

Fyrsta konsertin á stóra palli verður í kvøld, tá ið MIKA fer at hava sína framførslu. Eisini skulu Kim Larsen, amerikanskar rocklegendur og onnur hava konsert á stóra palli.

(Mynd: Eydbii Myndir)