Føroyar-Sveis: Jóan Símun Edmundsson hevur leikbann og tí skal álopið mannast partvís av nýggjum.
Føroyar-Sveis: Jóan Símun Edmundsson hevur leikbann, og tí skal álopið mannast partvís av nýggjum.
Ábendingar hava verið bæði til venjing í dag og sum er sagt á tíðindafundum um, at 4-4-2 møguliga verður leikskipanin hesaferð.
Brandur H. Olsen er skaddur eins og hann var seinast og tað merkir, at tveir av teimum, sum oftast hava byrja sum teir báðir fremstu, ikki eru tøkir. Páll A. Klettskarð fekk møguleikan frá byrjan seinast móti Andorra og hansara avrik var av teimum flestu mett at vera góðtikið. Í Effodeildini hevur tað tó ikki gingist eftir vild hjá Páll í ár hvat málum viðvíkur, har tað hinvegin hevur gingist væl hjá Klæminti A. Olsen seinastu tíðina, har hann hevur skorað nógv mál og er toppskjútti í Effodeildini. Afturat teimum er Finnur Justinussen við aftur eftir at hann hevur skorað fleiri mál fyri Fremad Amager. Skulu tveir álopsleikarar veljast, so vera tað helst tveir av hesum trimum. Patrik Johannesen er tann fjóðri álopsleikarin, men hetta er fyrstu ferð, at hann er við í hópinum. Aðriri møguleikar eru at brúka leikarar í álopinum, sum vanliga spæla longri afturi. Móti Andorra var Pól Jóhannus Justinussen mettur sum ein møguleiki til plássið aftanfyri Jóan Símun Edmundsson.
Eitt fyribils boð uppá uppstillingina
Føroyar hildu málið reint seinast og burtursæð frá heimadystinum móti Portugal, so hevur verjuparturin staðið seg væl hesa undankappingina. Tí vera neyvan stórvegis broytingar í aftastu 5 leikarunum í mun til seinast. Á miðvøllinum er Fróði Benjaminsen tøkur aftur og byrjar mest sannlíkt inni. Tað merkir, at um Lars Olsen velur at spæla í 4-4-2 leikskipan, sum hann á tíðindafundi herfyri hevur sagt seg umhugsað, so verður Sølvi Vatnhamar helst fluttur út á høgra kant. Makkari hjá Fróða verður helst Hallur Hansson, sum er sjálvskrivaður í uppstillingini. Sannførandi avrikini fyri Brann gera helst, at Gilli Rólantsson fær nýggjan møguleika á vinstra kanti, hóast hann enn ikki hevur sligið veruliga ígjøgnum á A-landsliðnum. Síðani eru tað tey bæði fremstu plássini og har er spenningur um, hvørjir tveir fáa møguleikan, um leikskipanin verður 4-4-2. Fyrsta uppstillingin sum bleiv roynd var týsmorgunin og tá mannaðu Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen álopið. Royndirnar frá øðrum landsdystum siga okkum tó, at tað á einstøkum plássum kann broytast fram til dystin í mun til tað, sum fyrstu venjingarnar benda á. Landsliðsvenjingarnar avgera okkurt pláss. Eftirsum Páll A. Klettskarð spældi frá byrjan seinast og sum oftast hevur verið valdur framum bæði Klæmint og Finn, so er kanska mest upplagt at hann fær annað plássið aftur hesaferð, hóast málformurin peikar meir á serliga Klæmint. Lars Olsen ger vanliga ikki so nógvar broytingar uttan so, at tað er tætt millum dystirnar ella at avrikið seinasta dyst ikki hevur verið nøktandi.
Eitt fyribils boð kundi tí verið hetta:
Málverji: Gunnar Nielsen
Høgri bakkur: Jónas Tór Næs
Miðverji: Atli Gregersen
Miðverji: Jóhan T. Davidsen
Vinstri bakkur: Viljormur Davidsen
Høgri vongur: Sølvi Vatnhamar
Sentralur miðvallarleikari: Fróði Benjaminsen
Sentralur miðvallarleikari: Hallur Hansson
Vinstri vongur: Gilli Rólantsson
Álopsleikari: Finnur Justinussen
Álopsleikari: Páll A. Klettskarð
Aðrir møguleikar til okkurt av framrættaðu plássunum eru Klæmint A. Olsen, René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Pól Jóhannus Justinussen. Fyrstu 9 leikararnir í uppstillingini tykjast rímiliga tryggir hóast ein ikki skal avskriva, at onkur spælir á øðrum plássi enn nevnt har. Størst fyrivarni skal tó takast við, hvussu álopsplássini vera mannað og um tað vera tveir álopsleikarar frá byrjan.
Mynd: Fótbóltssamband Føroya




