Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórir álopsprofilar við Løkin sunnudagin

Jákup Ósá

Bæði á NSÍ og KÍ liðnum eru álopskendir leikarar, sum hava skarað framúr í ár.

Hjá NSÍ eru tað teir báðir Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg, sum eins og seinastu árini hava skarað framúr, tá tað kemur til at skora og leggja upp til mál. Síðani koma Pól Jóhannus Justinussen og Petur Knudsen nakað aftanfyri.

Hjá KÍ skara Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð framúr, meðan Súni Olsen kemur nakað aftanfyri.

Samanlagt er NSÍ vongurin Árni Frederiksberg tvey mál/upplegg frammanfyri Jóannes, Klæmint og Páll. Har leikarar eru javnir, so verður tann frammanfyri, sum hevur spælt færri minuttir.

Málskjúttar (landskapping)

20 mál: Klæmint A. Olsen (NSÍ)

16 mál: Jóannes Bjartalíð (KÍ)

15 mál: Páll A. Klettskarð (KÍ)

8 mál: Árni Frederiksberg (NSÍ)

5 mál: Petur Knudsen (NSÍ)

5 mál: Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ)

4 mál: Súni Olsen (KÍ)

Upplegg (landskapping)

18 upplegg: Árni frederiksberg (NSÍ)

9 upplegg: Páll A. Klettskarð (KÍ)

8 upplegg: Súni Olsen (KÍ)

8 upplegg: Jóannes Bjartalíð (KÍ)

4 upplegg: Klæmint A. Olsen (NSÍ)

3 upplegg: Petur Knudsen (NSÍ)

3 upplegg: Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ)

Mál+upplegg

26 mál/upplegg: Árni Frederiksberg (NSÍ)

24 mál/upplegg: Jóannes Bjartalíð (KÍ)

24 mál/upplegg: Klæmint A. Olsen (NSÍ)

24 mál/upplegg: Páll A. Klettskarð (KÍ)

12 mál/upplegg: Súni Olsen (KÍ)

8 mál/upplegg: Petur Knudsen (NSÍ)

8 mál/upplegg: Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ