Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórir ferðslutrupuleikar í Eysturoynni

John William Joensen

Á Gøtueiði er ferðslu-tøppur í morgun og í løtuni heitir løgreglan á fólk um at halda seg burtur uttan so at bilurin er væl skøddur

Tað hevur kava allan morgun og umleið kl. 7:30 kom ein trailari at standa fastur í brekkuni niðan á Gøtueið.

Sum vit skilja hevur eingin fingið skaða men rættiliga nógvir bilar hava fingið smærri snuddir.

Sum skilst fór bilar at glíða saman tá steðgur kom í og tað ljóðar at einir 50 bilar hava finnið smærri snuddir.

Fyri løtu síðan kom gongd aftur á ferðsluna – sum tó bara skríðir – eftir at løgreglan hevði fingið illa skøddar bilar úr køini.