Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórir vinningar frá Kjøli til bestu egnararnar

Jákup Ósá

Kjølur hevur øll árini latið stóra vinningin til egnikappingina. Í ár vera 10.000 krónir býttar út til teir tríggjar bestu egnararnar, umframt at stuðla í aðrar mátar. Kjølur er tískil vorðin ein hin týdningarmesti stuðulin seinnu árini.

Kjølur hevur annars nógv at bjóða fólki, kanska serliga sjómonnum. Kjølur er umboð fyri Mustad, ið hevur útgerð sum húkar, egningamaskinur og nógvum øðrum hesum líknandi.

Eitt nú hevur Mustad ment eina nýggja select fish egningamaskinu til smærri útróðrarbátar, sum er væl dámd.

Ein nýggjur húkur frá Mustad er komin á marknaðin og hevur Kjølur selt nógvar av hesum seinnu mánaðirnar. Sølan av hesum gongur strúkandi.

– Og vit hava frætt frá teimum, ið hava ognað sær hesar húkar, at teir eru sera góðir, fortelur Jákup Mikkelsen.

– Teir eru sera einklir og tað stendst ikki nógv arbeiðið av teimum. Teir skulu sjáldan rættast upp og tað ger arbeiðið um borð á línubáti lættari og ikki minst skjótari, greiðir Jákup Mikkelsen frá. Tað verður eisini Jákup Mikkelsen, sum skal handa vinningarnar til besti egnararnar. Í ár verða vinningarnir býttir soleiðis, at vinnarin fær 6000 kr., nummar tvey fær 3000 kr. Og nummar trý fær 1000 kr.

Kjølur hevur ikki bert útgerð til sjómenn, men nógvar aðrar hentar vørur. Kjølur er altíð eina vitjan verd. Meira fæst at vita á www.kjolur.fo.

Tilmeldingin til egnikappingina fer fram við Stóra Pall 20 minuttir áðrenn egnikappingin byrjar. Sí skrá.

Í fjør gjørdist úrslitið:

1. Haldur Johansen 8.57.28

2. Martin Simonsen 8.59.601.

3. Petur Jacob Langaard 8.59.72

Sí eisini:

– Egndi við hond á Flemish Kap í 5 mánaðir

Video: Føroyameistaraheitið í egning