Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stormskaðar á havnaløg enda í løgtinginum

Jóhann Lützen

Nú skal Magnus Rasmussen, umhvørvismálaráðharri svara spurningi í tinginum um dagføring og trygging av havnaløgum v.m. imóti stormskaðum

Norðlýsið vísti á umftandi stormskaðar á havnarlagnum og kirkjugarðinum í Kunoy herfyri. Nú vil Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi m.a hava at vita hvussu havnarløg verða framtíðartryggja. Hon hevur sett hetta fram í skrivligum fyrispurningi. 

 

Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður

Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum

Evni: Dagføring og trygging av havnarløgum v.m. ímóti stormskaðum

 

Spurningar:  

1.     Er fyribyrging ímóti stormskaðum partur av veðurlagspolitikkinum, sum landsstýrið arbeiðir við?

2.     Er nøkur ætlan gjørd hjá landinum, Landsverki og/ella kommunum fyri at dagføra og framtíðartryggja havnarløg, bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar, bygningar osfr., so hesi betur tola ógvusligan storm og uppgang?

3.     Er nøkur ætlan um at stovnseta ein grunn ella annað, sum kann lofta fíggjarliga, tá ódnarstormar ella uppgangur gera skaða?

4.     Er nakað samstarv í gongd í millum avvarðandi stjórnarráð, stovnar og kommunur um at gera eina stormtilbúgving og arbeiði at fyribyrgja títtari stormskaðum?

 

 

Viðmerkingar:

Stormar og nógvi uppgangurin herfyri gjørdu stóran skaða fleiri staðni, eins og vit hava upplivað so mangan áður. Nógv bendir á, at vit í framtíðini fara at uppliva bæði títtari og ógvusligari ódnir, sum avleiðing av veðurlagsbroytingunum. Flestu lond hava tí gjørt sær tilbúgving í mun til at verja fyri álvarsomum skaðum og oyðileggingum av stormi, uppgangi og vatnflóð.

Flestallar bygdir í Føroyum liggja beinleiðis út til havið, og tí er vandin fyri skaða á bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar og annað stórur. Harumframt liggja nógvir bygningar við sjóvarmálan, ábært fyri stormi, brimgangi og vatnflóð. Vatnstøðan í heimshøvunum hækkar støðugt. 

Ikki allar kommunur er nóg sterkar fíggjarliga, til at lofta stórum skaðum tá stormarnir herja. Tí vildi ein felags “stromskaðagrunnur” verið til stórt gagns fyri ábæru plássini í Føroyum. 

Í miðlunum frættist, at landsstýrismaðurin í verðurlagsmálum í næstum leggur fyri Løgtingið eitt uppskot til samtyktar um veðurlagspolitikk. Nevnda tilbúgving og fyribyrging er týðandi táttur í at fyrireika Føroyar til broytt veðurlag, men hevur ikki verið nevnd í tí tilfari, vit higartil hava sæð um nýggjan veðurlagspolitikk.

 

Á Løgtingi, 19. januar 2022

Bjørt Samuelsen