Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størri avbjóðingar

John William Joensen

Eg vil fyrst takka Sambandsflokkurin fyri álitið, at bjóða mær við á listan. Verði eg valdur, fari eg sjálvsagt at gera mítt allarbesta, til tess at skapa góðan trivna fyri allar borgarnar í kommununi.

Eg hugsi, at avbjóðingarnar til býráðslimirnar verða munandi størri í komandi árum, og helst verður neyðugt at styrkja kommunalu fyrisitingina. Tað eru serliga  tvær orsøkir sum gera seg galdandi.

Fleiri kommunur verða lagdar saman.
Klaksvíkar kommuna hevur áður fevnt um Klaksvík, Norðoyri, Ánir og Árnafjørð, men sum kunnugt verður Mikladals kommuna nú løgd saman við Klaksvíkar kommunu.
Tað er ikki óhugsandi, at í komandi skeiði verða fleiri kommunur lagdar saman afturat, ja møguliga verða allar Norðoyggjar ein kommuna. Stóra kommunan, verður tá samansett av einum býði við uml. 5.000 fólkum og fleiri størri og smærri bygdum, men av tí at so stórur partur av borgarunum búgva í Klaksvík, er mest sannlíkt, at meginparturin av kommunustýrislimunum verða  úr Klaksvík.
Vit vita av royndum, at okkara býráðspolittikarar ikki altíð hava raðfest smábygdirnar. Sum dømi kann nevnast, at í eitt langt áramál fekst einki grundøki í Árnafyrði, við tí úrsliti, at tey ungu í bygdini fluttu aðrastaðir at búgva. Tað hjálpir lítið at tosa um bygdamenning, um ungdómurin á bygdunum ikki hevur møguleika at setast í búgv. Eisini kann eg nevna, at vit í fleiri ár hava gjørt vart við vánaligu kloakkviðurskiftini og vánaligu gøtuljósini á Norðoyri, men einki er gjørt við hetta enn.
Við hesum vil eg vísa á, at tað ikki verður so einfalt at gera fíggjarætlan framyvir, tí óiva koma krøv frá  bygdunum um pening til eitt og annað, og avbjóðingin til polittikarnar verður, at gera eina rættvísa raðfesting, so at øll økini fáa nakað.

Fleiri uppgávur til kommunurnar.
Seinastu árini hava vit hoyrt um, at fleiri uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita. Eitt av hesum økjum er eldraøkið, sum nú verður fyrireika. Hetta verður ein sera stór og kostnaðarmikil uppgáva hjá kommununum.
Tá  okkara kommuna nú er hampuliga væl fyri fíggjarliga, má ansast væl eftir, at kommununar partur av samlaðu inntøkunum verður hækkaður samsvarandi teimum uppgávum, sum álagdar verða kommununum, soleiðis at vit ikki koma í tað støðu, at allar inntøkurnar fara til rakstur, og einki verður eftir til íløgur. At fara aftur at økja um lánsbyrðuna, dámar mær lítið.  
Hesar avbjóðingarnar, eg havi nevnt omanfyri, fara óiva at gera abeiðið hjá polittikarunum meira spennandi og fjølbroytt, og tað kann nýggja býráðið gleða seg til.

Harleyfacadeacryl