Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størri frælsi at velja

John William Joensen

Tryggingarfelagið Føroyar hevur broytt uppsagnarfreistirnar á privatum tyggingum og staðfestir angringarrættin.

 

Hetta er ein liður í støðuga arbeiðinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum at veita eina so kundavinarliga tænastu sum gjørligt.

– Frammanundan hava uppsagnarfreistir fyri privatar tryggingar verið ymiskar, men nú kunnu allar brúkaratryggingar sigast upp til mánaðarlok við 30 daga freist, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum.

Angringarrættur er eisini nakað, ið gevur kundanum frælsi at velja hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Felagið vísir á, at møguleiki er eisini fyri at angra at ein trygging er teknað, og skal kundin tá bert boða skrivliga frá hesum, áðrenn 14 dagar eru farnir.

– Nevndu tillagingar eru ein liður í støðuga arbeiðinum hjá okkum at veita eina so kundavinarliga tænastu sum gjørligt, og við hesum broytingum hevur tryggingartakarin størri ávirkan á síni egnu tryggingarviðurskifti, sigur Gunnar í Liða, forstjóri.

Nýggja uppsagnarfreistin og angringarrætturin eru galdandi fyri allar privatar tryggingar uttan tær, sum eru teknaðar fyri eitt tíðarskeið, ið er ein mánaði ella styttri.

Serligar lógarreglur eru tó galdandi fyri bygningsbrunatrygging og lógarásettar ábyrgdartryggingar. Eitt nú kunnu hesar tryggingar í flestu førum ikki sigast upp uttan, at onnur trygging kemur í staðin.

Tað ber til at fáa meira at vita um øll hesi viðurskifti, við at spyrja seg fyri á onkrari av deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum kring landið.