Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størri kommunur, størri kommunalt ræði og rættvísari býti av almennu inntøkunum

John William Joensen

LEIÐARIN – NORÐLYSIÐ: Størri Kommunur loysa ongar trupuleikar í sjálvum sær. Men sterkari kommunalar eindir kring landið – tryggja fólkinum vælferð.

So kom kommunala umskipanarnevndin við sínum álitið og tað er hugaligur lestur hóast størsti parturin er tikin úr Grøna álitinum sum kom út longu í 1998.

Men tó eru viðurskiftið sum eru komin eitt sindur skeivt fyri og sum eiga at havast í huga.

Sambært tíðarásetingini skulu nýggju stórkommunurnar settast í gildið við ársenda 2010 og nýggj kommunustýri taka við longu 1. Januar 2011. Fyri tann sum bara hevur eitt sindur av politiskum medvitið má hetta skiljast sum skemt. Tí um so skal verða, so skulu baði embætismannaverkið og politiska skipanin renna skjótt – rættiliga skjótt – og tað eru nevndu stattir ikki kendar fyri.

Tað er ikki rætt at gera størri kommunalar eindir um tær ikki samstundis fáa fleiri og størri uppgávur at umsita. Og skal tað eydnast so skal løgtingið fyrst samtykja nýggja lóg fyri eldraøkið og nýggj fólkaskúlalóg.

Her verður sjálvandi neyðugt við breiðum politiskum semjum, tí skal nakað spyrjast burtur úr kann tilgongdin ikki lagast eftir hvør situr í Tinganesi.

Og so er tað kommunala útjavningarskipanin sum er grundarlagið undir nýggju kommunalu eindunum – og eitt krav um vit ikki framhaldandi skulu hava “A og B kommunur”, sum løgmaður tók til.

Tað er heldur ikki full politisk semja um kommunurnar skulu ráða einsamallar á eldraøkinum og skúlaøkinum og júst hetta er ein fortreyt um nakað skil skal verða í.

Um landið framhaldandi skal hava yvirornaða politiska ábyrd av eldar- og skúlaøkinum, so drukna vit í umsiting. Tí er umráðandi at stóru kommunalu eindirnar, sum ætlanin er at fremja, sleppa at ráða í egnum húsið.

Størri Kommunur loysa ongar trupuleikar í sjálvum sær. Men sterkari kommunalar eindir kring landið – tryggja fólkinum vælferð.