Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størri og fjølbroyttari Torradagar

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Nakrir spennandi dagar standa fyri framman, ið bjóða upp á alt innan okkara høvuðsvinnu. Matgerð, útgerð, havumhvørvi, vinna og fiskur eru tað, sum Torradagarnir snúgva seg um.

Nakrir spennandi dagar standa fyri framman, ið bjóða upp á alt innan okkara høvuðsvinnu. Matgerð, útgerð, havumhvørvi, vinna og fiskur eru tað, sum Torradagarnir snúgva seg um.

Í ár halda vit Torradagar fyri sjeyndu ferð, og ikki kann sigast annað enn, at tiltakið hevur veruliga vundið upp á seg. Skráin er við tíðini vorðin alsamt størri og fjølbroyttari, samstundis sum vit kunnu gleðast um, at okkara høvuðsvinna veruliga verður sett í miðdepilin.

Fyri Klaksvík sum fiskivinnuhøvuðsstað haldi eg, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit minnast okkara uppruna, og at vit framhaldandi seta fokus á nýmenning á økinum. Fiskivinnusøga okkara hevur eitt ótrúligt mentanarligt virði, sum vit øll hava brúk fyri at minnast aftur á. Tey virðir, ið hendan vinnan hevur skapt fyri okkara tjóð og bý, er grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi. Við hegni og dirvi vunnu okkara forfedrar okkara tjóð rættindi og vitan, ið vit í dag kunnu byggja víðari á.

Fleiri og fleiri føroyingar venda nøsina móti Klaksvík hesar dagar, og gera teir av røttum tað. Aftur í ár hava Torradagarnir nógv at bjóða.

Sum borgarstjóri fyri Klaksvíkar kommunu, vil eg ynskja øllum føroyingum hjartaliga vælkomin til Torradagar, og vóni eg, at vit fáa nakrar góðar og gevandi dagar.