Hetta hóast viðunøgdin bert er minkað 2%. Toskafiskiskapurin er vaksin 21%
Størru útróðrarbátarnar hava pr.1. juni 2009 havt eina lækking uppá 32% í krónuvirði pr. fiskidag í mun til fiskiárið 07/08 . Nøgdin er tó bert minkað 2% pr.dag.
Sjálvt um fiskiskapurin eftir toski er vaksin 21% pr. dag er veiðivirðið av toski minka 24% pr. dag.
Hýsan er minka í nøgd við 38,6% pr. dag. og í virðið heili 56% .
Veiðan hjá B4b pr-1/6 2009 var 2.483 tons sum er 85,8% av veiðuni í fiskiárinum 07/08 . Bólkurin hevur pr 1/6 nýtt 87,5 % av fiskidøgunum í mun til fiskiárið 07/08.
Veiðan pr. dag fiskiárið 07/08 var 2.796 kg og pr.1.juni 2009 var hon 2.741 kg.pr.dag sum er ein minking uppá 2,0%. Virðið pr. dg fiskiárið 07/08 var 43.894 kr. meðan virði pr. dag fram til 1. juni 2009 er 30.039 kr. dg. sum er ein lækking uppá 31,6 %.
Meðalprísurin lækkaði úr 15,70 kr. kg. niður í 10,95 kr. kg. sum er ein minkin uppá minus 30,3%.
Toskaveiðan pr. dag hjá B4b var fiskiárið 07/08 910 kg pr. og pr. 1. juni 2009 var hon 1.102 kg pr. dag sum er ein ein vøkstur uppá 21,1 %.
Toskavirðið pr. dag. var fiskiárið 07/08 19.094 kr. pr. dag. men pr 1/6-09 var toskavirði 14.551 kr pr. dag eitt fall uppá 23,8 % .
Meðalprísurin á toski fall úr 20,98 kr kg niður í 13,19 kr. kg. eitt fall uppá 37,1 %.
Hýsuveiðan pr. dag var fiskiárið 07/08 930 kg. pr. dag og pr. 1.juni 2009 var veiðan 571 kg. pr. dag. eitt fall uppá 38,6 %
Virðið pr. dag var fiskiárið 07/08 13.577 kr. dag pr. 1/6 var veiðivirðið 6.037 kr dag. eitt fall uppá 55,6 %
Meðalprísurin á hýsu hjá størru útróðrabátunum fall við 27,6 % úr 14,59 kr. kg niður í 10,57 kr. kg




