Hillary Clinton hevur allar orsøkir til at smílast. Undanvalið í South Carolina í gjáranáttina var ein knúsandi sigur til hennara í royndini at gerast demokratiskt valevni á forsetavalinum í USA.
Hillary Clinton fekk heili 73 prosent av atkvøðunum, meðan kappingarneytin Bernie Sanders einans fekk 26 prosent.
Veljarakanningar undan valinum vístu ein greiðan sigur til Clinton á knøpp 30 prosent, men úrslitið gjørdist ein nógv greiðari sigur enn kanningarnar vístu.
Avgerandi dagur í morgin
Í morgin verður tann sokallaði ”Super Tuesday”. Tá verður undanval í stórum parti av statunum í USA, og alt bendir á, at fyrrverandi forsetafrúan hevur av álvara latið seg í føraratroyggjuna, eftir at hon hevði eina heldur trilvandi byrjan av forsetavalstríðnum.
Clinton verður mett at standa sterk í suðurstatunum, tí hon hevur gott tak á minnilutabólkum. Hetta sást á valinum í Nevada fyri eini viku síðani og aftur nú í vikuskiftinum sást hetta á valinum í South Carolina.
Fleiri av statunum ið hava val týsdagin eru suðurstatir og veljarakanningar benda á, at Clinton fer at standa seg væl.
Sanders viknaður
Tað sær eisini út til, at Hillary Clinton endiliga hevur funnið útav, hvussu hon skal handfara Sanders, sum annars hevur givið henni nógv harðari mótstøðu, enn upprunalga varð roknað við. Boðskapurin um, at eitt forsetavalstríð snýr seg um meira enn bara tann eina spurningin, sær út til at virka. Sanders hevur annars fyri tað mesta bara tosað um at stýra bankunum.
Tó má sigast um Bernie Sanders, at hann hevur megnað at staðið fyri teimum mest óvæntaðu valúrslitunum í USA í nýggjari tíð. Eingin hevði frammanundan roknað við, at ein lutfalsliga ókendur 74 ára gamal jødi úr einum av fólkafátækastu statunum í USA, sum kallaði seg sjálvan sosialist, kundi seta kós móti landsins hægsta embæti. Tað megnaði hann eitt skifti, men nú sær tó út til, at møguleikin hjá honum er minkaður nógv.




