Valið er av, valplakatur verða tyknar niður, og í miðlunum er ikki so trongt longur við politiskum lesarabrøvum
Valið er av, valplakatur verða tyknar niður, og í miðlunum er ikki so trongt longur við politiskum lesarabrøvum
Fólkið vildi broytingar og hevur talað. Tey, ið sótu við valdið pakka síni ting saman ídag og andstøðuleiðarin Aksel Johannesen er farin undir arbeiðið at savna sær ein meiriluta á tingi, ið vil fylgja honum komandi fýra árini.
Undir seinastu tingsetu, var nógv órógv um stýrandi politikararnar. Fyrst var tað pástandurin hjá Kringvarpinum um Jørgen Niclasen, sum tó sær út til at hava verið ein og illa úr hondum greidd søga hjá okkara almenna miðli. Síðani kom Eysturoyartunnilin á banan, við Kára P. Højgaard og til seinast løgmanni, Kaj Leo Johannesen á odda.
Nú valið nærkaðist, fyltu hesar søgurnar ógvuliga nógv, ímeðan eitt nú fiskivinnan hevur fylt sera lítið í valstríðnum. Hinvegin hevur skattapolitikkurin fylt nógv og sannlíkt er, at andstøðan á tingið hevur vunnið nógvar atkvøður uppá skattamál og hjúnabandslógina.
Hóast ongin av flokkunum er komin við nakrari endaligari og einfaldari loysn uppá hvussu framtíðar fiskivinnupolitikkurin skal skipast, so er ikki torført at síggja, at ein orsøk til at samgongan sum sat, misti nógvar atkvøður var, júst manglandi trygd í framtíðar fiskivinnupolitikkinum.
Vit hava eina nýggja støðu í dag. Stóri vinnarin á valinum Aksel Johannesen er farin til verka.
Mest sannlíkt er, at tað verður andstøðan, sum sat á tingi seinastu fýra árini, fer at taka stýrisvølin við Akseli á odda.
Flestu politisku viðmerkjararnir eru samdir um, at alt annað enn ein samgonga ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, saman við onkrum av teim smærru flokkunum, er nærum bert teoretiskur møguleiki
Vit føroyingar hava valt. Vit hava sagt okkara politikarum, at vit vilja broytingar. Tað er tí upp til teir fólkavaldu at stinga nýggja kós út í kortið.
Vit á Norðlýsinum fara at ynskja teimum góða eydnu við tí.




