Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórsigur til Stjørnuna ímóti VB

Oliver Joensen

Líka so áhugavert tað var at síggja Stjørnuna ídag, líka so hugstoytt var at síggja VB kvinnurnar.

Ikki kann sigast annað enn at VB liðið sum møtti til dyst ímóti Stjørnuni ídag í Sunset kappingini ídag, var bert skuggin av VB liðnum vit hava sæð árini frammanundan.
Stjørnan hinvegin var sera væl fyri, sjálvt um lyklaleikarar hjá liðnum ikki vóru við ídag.
Vit sóu aftur Anniku Ljósstein á liðnum, ein leikari, sum altíð er fongur í. Hartil spældu yngru leikararnir eisini væl í dag. Top má staðfestast, at VB gav Stjørnuni góðar møguleikar at spæla væl..
Fyrri hálvleikur endaði við 18-9 sigri til Stjørnuna ímeðan endaliga úrslitið gjørdist 43 – 17.