Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórsligin skrúðgonga við børnum í øllum aldursbólkum

John William Joensen

Í dag skipaðu barnaansingar stovnarnir hjá Klaksvíkar Kommunu fyri tiltaki, sum byrjaði við skrúðgongu niðan á fótbóltsvøllin.

Fyrsta tiltakið var í 2002 har evnið var fjørðan. Í fjør var evnið myndlist.
Høvuðsyvirskriftin fyri felagstiltakinum í ár var Børn og heilsa. Evni, ið børnini millum annað hava arbeitt við eru: Rørslur, reinføri, matur, sunt/ósunt, happing og vinir. Tað er ymiskt, hvat stovnarnir hava lagt dent á. Onkur hava lagt dent á sunnan  mat, happing og vinir, onnur á felags spøl og rørslur.
Felags fyri øll børnini er, at tey hava vant sangir, sangspøl, leikir, skjaldur, rím og ramsur, sum hava við evnið at gera.
Børnini møttust uttan fyri Bókasavnið kl. 14.30 og gingu í skrúðgongu heim á fótbóltsvøllin, har borgarstjórin bjóðaði vælkomin. Síðani skipaðu umboð fyri fimleikarafelagið fyri fimleiki og dansi og børnini sungu við við lív og sál.
Tað eru í løtuni 382 børn í ansingarskipanini undir skúlaaldur og 65 børn í frítíðarskúlanum, sum er fyri 1. og 2. flokki.