Støðan viðvíkjandi kavaruddingini í Klaksvík er nøkunlunda í morgun, men tað tekur eina løtu at koma runt. Tað sigur Kristoffur Olsen á teknisku deild hjá býráðnum.
“Støðan viðvíkjandi kavaruddingini í Klaksvík er nøkunlunda í morgun, men tað tekur eina løtu at koma runt.” Tað sigur Kristoffur Olsen á teknisku deild hjá býráðnum.
“Fólk hjá okkum vóru í gongd út á náttina og eru byrjað aftur í morgun,” sigur hann.
Spurdur hvør tann størsta avbjóðingin er, tá vegirnir skulu ruddast fyri kava, sigur hann, at tað eru parkeraðu bilarnir.
“Tað fær helst ikki verið øðrvísi, tí tað eru ikki øll sum hava møguleika at seta bilin inni hjá sær sjálvum, men trupulleikin er, at maskinurnar sum grava hava ikki skuffu men bara eina plógv sum trýstur kavan til síðis,” sigur hann.
“Tað ger, at kavin verður trýstur út ímóti parkeraðu bilunum, og sum í morgun, er hesin kavin frystur, og tað er keðiligt hjá teimum, sum eiga bilarnar,” sigur Kristoffur. Summi gera vart við sína misnøgd, meðan onnur siga einki.
“Tað er alt eftir, hvussu fólk eru fyri. Tað er sjálvandi ikki stuttligt at koma út til bilin á veg til arbeiðis við einum tveimum børnum sum skulu í barnagarð, og so er bilurin grivin inni,” sigur hann.
Raðfesta bussleiðina og neyðsynjarakfør
Tá kavi er, roynir kommunan fyrst at grava vegirnar, har bussleiðin koyrir, og eisini verða koyrileiðir hjá ambulansum og sløkkiliði raðfestar, sigur Kristoffur Olsen. Tá veðrið er sum tað var í gjár, er trupult at halda vegirnar opnar, men tað hevur tó týdning at royna sum frægast. Seinni frysti aftur, so tað sum ikki var grivið beinanvegin, er verri at fáa burtur.
Kommunan hevur tríggjar gravimaskinur umframt eina lítla maskinu til gongubreytirnar.
“Tað er í minna lagi, tí samlaða vegalongdin eru einir 30 – 40 kilometrar, – men vit royna sum frægast,” sigur Kristoffur Olsen.




