Tann 27. januar í ár vóru 250 ár liðin síðani størsta musikalska flogvitið nakrantíð, Wolfgang Amadeus Mozart, varð borin í heim í Salzburg í Eysturríki.
Skrivað hevur
Alex Sólstein
Nei, foreldur Mozarts merktu ikki beinanvegin, at lítli sonur teirra var eitt undurbarn. Hesum góvu tey ikki gætur, fyrr enn drongurin gekk á fjórða ári. Tí tey stúrdu so fyri lívinum á teirra sjeynda barni, at tey dagin eftir, hann varð føddur, bóru hann til dópin í dómkirkjuni og góvu honum navnið Johannes Chrysostemus Wolfgangus (mamman stavaði frá Wolfgangsee) Theophilus (hetta var navnið á gubbanum, sum á okkara málið merkir hann av Gudi elskaði, á latíni Amadeus. Kallinavnið skuldi vera Wolfgang.
Foreldrini vóru sera eym um henda ússaliga, lítla nýføðing, tí tey høvdu longu mist fimm bróstabørn; bert tann nú fýra ára gamla Maria Anna (kallað Nannerl) vár á lívi. Og hesaferð var mamman eisini sera veik og hevði onga mjólk at geva. Tað var tá á døgum ein vanlukka fyri fátøk foreldur (tey ríku høvdu ráð at fáa sær eina bróstmóðir), tí neytamjólk er ikki góð fyri nýføðingar. Tey gjørdu tí av at geva hesum lítla Wolfgang vatn við eitt sindur av bygg ella havra í, ein sera vandamikil kostur, sum ofta gjørdi, at nýføðingar ikki hóraðu undan. Men foreldrini trúðu fult og fast á, at hesin vatnkostur hevði bjargað lívinum á lítla smádreinginum.
Mozart gjørdist bert 35 ára gamal. Men so nógv fekk hann frá hondini í sinum stutta lívi, at um onkur skuldi sett seg niður at skriva av alt tað, sum hann hevur skapað innan tónleik, so vildi tað við einum átta tíma arbeiðsdegi, tikið viðkomandi 25 ár.
Wolfgang Amadeus Mozart (1756 – 1791)
Fyrstu sólarglæmurnar vaktu blómurnar og morguntungu bløðini í blómukassunum, sum hingu á svalanum uttan fyri vindeygað, og sólstrálurnar krupu sær síðani inn í kamarið, har húsfólkini vóru við at vakna og fara upp.
Í húsunum innanfyri búði ein tónleikari. Haðani hoyrdist tónleikur tíðliga og seint. Violinir, selloir, klarinettir; nótabløð og annað lá alla staðni í húsinum. Har stóð eitt klaver yviri við vindeygað. Ein trý ára gamal drongur, sum æt Wolfgang, stóð á tá og toygdi seg upp móti tangentunum á klaverinum og spældi. Tað var sum skygdu sólargeislurnar í takt við tónleikin frá lítla dreinginum.
Hann varð føddur í Salzburg í Eysturríki 27. januar í 1756 hesin Wolfgang Amadeus Mozart, sum longu so tíðliga vísti sínar ótrúligu gávur fyri tónleiki. Longu sum fimm ára gamal var tað bert tónleikaundirvísingin, sum hann fekk saman við systrini Nannerl, sum kundi fáa hann at sita stillan. Ein dagin, meðan pápin og ein vinmaður sótu og fingu sær ein temunn, løgdu teir til merkis, at drongurin sat púra burtur í øðrum heimi og krutlaði okkurt niður á eitt pappír.
Hvat gert tú, góði? spurdi pápin.
Skrivi tónleik, svaraði lítli Mozart álvarligur. Teir báðir menninir smíltust og spurdu, um teir kundu sleppa at síggja. Men teir gjørdust kløkkir, tá teir sóu, at hesi heldur hjálparleysu og klombrutu nótateknini vóru byrjanin til eitt sera vakurt lag. Pápi Mozart, sum æt Leopold, var so errin og glaður, at hann táraði. Hann gjørdi av, at øll skuldu fáa høvi til at síggja, hvat tað var fyri eitt undur, sum her var borið í heim.
Tí fór hann við familjuni til Wien, sum var eitt av høvuðssætunum fyri tónleik tá á døgum, har pápin royndi at skipa fyri eini konsert, har drongurin skuldi spæla fyri keisaranum og keisarinnuni. Tað eydnaðist honum at enda, og væl putraður og við stórum parúkki og í serliga fínum hóvbúna, varð hann av lívverjum keisarans fylgdur niðan á slottið.
Er hann veruliga eitt undurbarn? spurdu tey.
Hann er sera lítil, segði onkur annar.
Men tá hann fór at spæla, so vildu tey neyvan trúgva sínum oyrum. Keisarin bað hann so spæla, meðan hann legði eitt klæði yvir tangentarnar; men Mozart spældi eins flótandi og vakurt og áður. Tá tú hugdi niður á klæði, so sá tað út, sum rann okkurt aftur og fram undir teimum, nú báðar hendurnar fluttu seg aftur og fram eftir tangentunum.
Stóra viðurkenningin í Wien gjørdi, at pápin fór at skipa fyri eini longri ferð gjøgnum Evropa. Av tí at drongurin einki hevði at taka sær til í hestavogninum enn bara at sita tíma aftan á tíma, so leitaði Mozart sær í annan heim og gjørdi sær eitt kongadømi í hugaheimi. Hann spældi, at hann var ein kongur á ferð gjøgnum ríkið sítt. Systirin Nannerl var vakra drotningin. Alt sum honum møtti á vegnum vóru fólk og býir, sum heilsaðu honum, so á henda hátt fall ferðin honum ikki so long og keðilig. Eisini høvdu tey eitt klaviatur, eitt sokallað tastatur, so tey kundu venja fingrarnar, meðan tey sótu í vogninum, men uttan nakað ljóð.
Í Paris møtti Mozart einum øðrum kongi og drotning, men hann læt seg ikki bergtaka av lordum og barónum og frúum teirra við hóvið, tí tey høvdu einki skil fyri tónleiki, metti hann, men vóru bert hugtikin av, at tey vóru kend og høvdu atgongd til stóru hendingarnar, sum fóru fram á kongsslottinum. Hann vildi nógv heldur sitið í hestavogninum og fantasera enn spæla fyri hesum hástóru fólkunum. Tá hann var liðugur at framføra tónleikin, so skuldu tey øll mussa hetta lítla undurbarnið og komu við gávum heldur enn pengum. Pápin hugsaði alla tíðina um, hvussu hann skuldi fáa pengarnar at røkka, so hann gjørdi av at halda fram til London.
LONDON
Tey sigldu tvørtur um Norðsjógvin og niðan eftir Thames-ánni. Tá Mozart fekk eyga á Tower of London, var hann so spentur, at hann vildi út á dekkið. Men hann var so ringur av sjóverki, at hann orkaði ikki úr koyggjuni. Tá hann sá býin, so var hann hugtikin og spentur, hvat hann her fór at uppliva, og tað vísti seg, at dagarnir í London vóru kanska teir lukkuligastu á allari ferðini.
Tað var í London, at Mozart møtti vinmanni sínum gjøgnum øll árini, Johann Christian Bach, ein av synunum hjá stóra tónaskaldinum Johann Sebastian Bach. Á einari av framførslunum fyri kongi og drotning setti Johann Christian Bach Mozart á knøini, og teir báðir skiftust um at spæla petti úr sama verki.
Men eingin hoyrdi mun á, hvør tað var, sum spældi, hóast Johann Christian Bach tá var 30 ára gamal og Mozart sjey. Men tónleikurin gjørdi ikki mun á aldri, og sum sagt gjørdust teir báðir vinmenn fyri lívið.
Eftir at tey høvdu ferðast í hálvtfjórða ár, so gjørdist Mozart sjúkur á heimvegnum. Bæði systkini fingu pokurnar í Hálandi. Tey vóru so veik, at tað stóð um lív, og pápin sendi boð til Salzburg at halda sálarmessu fyri børnunum. Men tey komu fyri seg, men Mozart bar arr eftir pokunum alt lívið.
Hetta árið, tólv ára gamal, skrivaði hann sína fyrstu opera. Hetta hevði alla tíðina verið hansara ætlan, og tí ynskti hann, at næsta ferðin skuldi vera til Italiu, landið sum var kent fyri opera og operatónaskøld.
Pápin gjørdi honum eftir vild, og teir báðir feðgarnir fóru til Italiu og komu hagar mitt í grýlutíðini. Har var lív í, og gøturnar vóru pyntaðar við blómum og ljósi í øllum litum. Og fólk stuttleikaðu sær alla tíðir á degnum, og tey sóu løgin og duldarfull út í grýluskortum og teimum margháttligu og løgnu klæðum. Hetta dámdi unga dronginum, sum ikki var so lítið av einum íspegli sjálvur. Hvørja ferð hann var liðugur at framføra, so sníkti hann sær burtur við grýluskorti og klæðum og fór saman við skemtarunum á gøtuni.
Meðan hann var í Rom, var Mozart og hoyrdi framførslur av kirkjutónleiki í tí víðagitna Sixtinska Kapellinum. Eftir at hava hoyrt eina tílíka framførslu fór hann heim og setti seg at skriva alla framførsluna av eftir minninum! Hetta var tónleikur við sekstan ymiskum røddum, so italiumenn gjørdist bæði bilsnir og hugtiknir av hesum unga drongi, við tílíkum yvirnatúrligum evnum. Teir nevndu hann ein boðbera frá Gudi og tónleik hansara sum røddin frá himli, og pávin hongdi sjálvur heiðurstekinið Gylta Sporan á bringuna á dreinginum. Mozart var yngsta menniskja nakrantíð at fáa ein tílíkan heiður, bert 14 ára gamal, men tað kom honum lítið við. Hann metti heiðurstekin og viðurkenningar sum nakað fjas. Tey nyttaðu bert til at seta í bringuna og einki annað. Men pápin, Leopold, var sera errin.
Júst tá, tá tað víða um fór at frættast um hansara gávur og dygdir, mátti hann fara heimaftur. Hetta var løtan, tá Salzburg fór at kasta skuggar á lív Mozarts.
Fyrrverandi erkabispurin, har pápi hansara var í tænastu sum violinistur, var deyður. Hann hevði verið ein góður og hjálpsamur arbeiðsgevari; men nýggi erkabispurin hevði ongan áhuga í tónleiki. Pápin hevði tí onki annað val enn at finna soninum okkurt at gera við hóvið hjá hesum erkabispi. Harðlyndi og hugmóðin hjá hesum nýggja arbeiðsgevara, eins og øvundsjúkan og óndsinni hjá hinum tónleikarunum, gjørdi Salzburg til eitt fangahús fyri unga Mozart. Bert minnini frá farnu og eydnusælu tíðini og heilt at kasta seg yvir tónleikin vóru frígerandi fyri hann hesa tíðina. Tónleikur opnaði fyri honum fongsulshurðarnar, so hann kundi kenna seg frælsan og nøgdan.
Nú gingu fimm ár, og Mozart var nú blivin 21 ár. Nú var tíð aftur at síggja verðina uttanfyri. Men hesa ferð kundi pápin, sum vanliga hevði tikið sær av øllum, ikki fáa frí frá sínum arbeiði. Mozart fór tí av stað við mammu síni. Tey fóru til Paris, men hesa ferð tók hesin flákrandi og lúnuti býurin ikki ímóti honum við opnum ørmum. Tann móttøkan, sum hann hevði fingið sum undurbarn, var burtur. Í staðin møtti honum kuldaveður, kaldar gøtur og líkasælu frá fólkinum í Paris. Hann kendi seg vrakaðan og einsamallan.
Tey leigaðu eina lítla íbúð. Um dagin undirvísti Mozart í heimunum hjá teimum ríku og kendu. Um kvøldarnar var hann úti og stuttleikaði sær, so mamman sat stúrin heima og bant, meðan hon sat og bíðaði í hesi slavnu og myrku íbúð. Tað var í hesum døgum, at Mozart skrivaði kendu Parisarymfoniina, sum íbúgvararnir í Paris gjørdust sera glaðir fyri. Tað var ein av teimum fáu glaðu løtunum, hann hevði í hesi annars tristu tíðini. Tí stutt eftir gjørdist mamman sjúk og doyði, so Mozart flutti tigandi og syrgin haðani og heimaftur.
Eftir at hann var komin til Salzburg, tráaði Mozart eftir frælsi. Hann kundi ikki finna seg í, at erkabispurin fór við honum sum var hann trælur. Eftir at pápin og hann høvdu illneitast um støðuna, skrivaði hann til erkabispin, at hvør ein sum hevði eitt aðalborið hjarta var aðalborin.
Mozart var troyttur av hesum sjálvsøknu og nalvaskoðandi menniskjunum rundan um seg, og hann var ikki eins og pápin, áhugaður at leita sær eftir einum aðalheiti. Hann gjørdi av at leita sær langt burtur frá Salzburg til eitt nýtt lív í Wien.
Enn einaferð var hann pápa sínum ólýðin, tá hann, stutt eftir at hann var komin til Wien, giftist við Constanzu Weber. Tey giftust í navnframu St. Stephan dómkirkjuni, og meðan klokkurnar ljómaðu undir tí høga bláa himni, so frøddist Mozart um sína nýggju eydnu og frælsi.
Mozart og konan vóru bæði fyrikomandi, og dámdu teimum væl at vera saman fólki. Eftir at tey giftust, var húsið næstan altíð fult av vinfólki og gestum. Og hóast ongir gestir vóru, so var sjáldan friður í húsinum. Tey høvdu fingið ein drong, Karl. Tá hann græt, so tók fuglurin í búrinum undir og eisini lítli hundurin, tey høvdu. Hóast henda larm, so fekk Mozart skrivað tónleik. Einsamallur í sínum egna, friðsæla hugaheimi sat hann tíma fyri og tíma eftir og skapti tónleik.
Tónleikurin hjá Mozart fangaði skynsomu áhoyrararnar í Wien. Sjálvt keisarin var hugtikin og íðin áhoyrari. Men her sum alla staðir vóru eisini øvundsjúkir tónleikarar, sum royndu at fáa svørt skýggj at skugga fyri sólini. Úrslitið av teirra slatri og niður- gerð var, at hansara opera, Brúdleyp Figaros, var um reppið ikki at verða framførd. Men tá hon so varð framførd, so var hon væl móttikin, men skjótt eisini gloymd. Eitt ár seinni var hon framførd í Prag og fekk eina ovurhonds góða móttøku. Eftir hvørja framførslu fyltist salurin við lógvabrestum og blómum. Eingin vildi útaftur, so hugtikin vóru tey.
Hann varð tí av býnum Prag biðin um at skriva eina aðra opera, og hann fór beinanvegin undir at skriva Don Giovanni. Hann var í holt við hesa opera, tá pápin doyði. Mozart og pápin høvdu ofta verið ósamdir í mongum og vóru sera ólíkir. Men Mozart var ein trúfastur og kærleiksfullur sonur, og hóast deyði pápans gav honum enn meira frælsi, so var hetta ein stórur og tungur missur fyri hann.
Stutt eftir at pápin doyði, gjørdist Mozart hóvtónleikari í Wien, og var hetta nakað, sum hevði dámt pápanum, hevði hann livað. Tá operain Don Giovanni varð framførd, segði kongurin við hann: Hon er enn betur enn Brúdleyp Figaros Die Hochzeit Figaros; men eg eri bangin fyri, at fólkið ikki dugir at virðismeta tað!
Stoltur og álitsfullur svaraði Mozart: Gev teimum tíð!
Sum hóvtónleikari fekk Mozart eina regluliga løn, men hann tóktist aldrin at fáa nóg mikið av pengum. Konan og hann brúktu meira enn tey tjentu, so tey livdu ofta fátæksliga og lántu pengar frá vinum og kenningum og fluttu úr eini íbúð í aðra, tá skuldin gjørdist ov stór. Men hetta ávirkaði ongantíð tónleikin hjá Mozart. Hann skrivaði stór og búgvin verk, frísk og livandi.
Eitt kvøldið, meðan Mozart var í holt við at skriva Gandafloytuna, Die Zauberflöte, kom ein svartklæddur maður í hurðina og bað Mozart skriva eina deyðsmessu. Av tí at maðurin gav honum pengarnar í hondina, so játtaði Mozart. Hóast hann var sjúkur, so arbeiddi hann alla tíðina upp á hesa deyðsmessu, ofta um náttina, og hann gjørdist veikari og veikari. Sum likamið viknaði, so viknaði eisini vit hansara. Hann setti sær í høvdið, at svartklæddi maðurin var sjálvur deyðin, og at deyðsmessan, hann var í holt við, var deyðsmessan til hansara egnu jarðarferð.
Mozart doyði 5. desember 1791, bert 35 ára gamal.




