Vit skulu aftur til 1995 fyri at finna ein størri tap hjá KÍ á heimavølli.
Vit skulu aftur til 1995 fyri at finna ein størri tap hjá KÍ á heimavølli í landskappingini.
KÍ tapti í dag 5-1 móti B36 við Djúpumýru í Klaksvík. Tað er størsta tap á heimavølli í 22 ár í landskappingini. Í 1995 tapti KÍ 6-1 móti GÍ. Í 2001 vann EB/Streymur 4-0 í Klaksvík. Talan bleiv uppá fleiri mátar um ein søguligan dyst uppá ein keðiligan máta fyri KÍ og ein góðan máta fyri B36. KÍ hevur tó tapt 7-1 móti B36 í 2003, men tað var í steypakappingini.




