Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størsta vatnasílið eg veit um

Oliver Joensen

Hetta sigur Rógvi Mouritsen frá Fiskirannsóknarstovuni, sum hevur kanna sílið, sum blaðstjórin Oliver, saman við bróðrinum Ásmundi Joensen fingu á einum føroyskum vatni fyrr í summar.


Tá eg legði myndir av sílinum út á heimasíðuna, lovaði eg at koma aftur við nærri frágreiðing tá Fiskirannsóknarstovan, sum beinanvegin sýndi sílinum áhuga, varð komin við sínari niðurstøðu, og niðanfyri er brot úr frágreiðingini:
Sílið var størri enn tú trúði, sigur Rógvi Mouritsen í byrjanini av frágreiðing síni. Eg longdarmátaði tað og fekk tað til 73 cm, mátað í stertakloyvuna. Tá fiskur verður frystur tódnar hann nakað, so 75 cm er ivaleyst heilt beint fyri tað livandi sílið. Tá ið sílið var tiðnað og glaseringin avfarin, bleiv sílið vigað og eg fekk tað til 4542 gram. Hendan vektin á fiskirannsóknarstovuni plagar at vera røtt, men tá tú, sambart Norðlýsinum, hevði fingið aðra vekt, mátti eg kontrollera okkara vekt við teimum loddum sum vit hava til tað sama. Men okkara vekt var sum væntað røtt, silið vigaði ókruvt og blóðgað 4542 gram.
hetta sílið er sostatt yvir 9 pund og eg veit ikki um nakað vatnasíl størri enn hetta í nýggjari tíð. hetta er siljafiskur, tað sæst uttan at tað verður kruvt, á skapinum á kjafti og høvdi.
Eg tók so roðslur av fiskinum, las tær, sum vit lesa silda- og laksaroðslur, og fekk tað til 14 ár.
Tú kennir ivaleyst søguna um tað stóra sílið í Skælingstjørn. Tað sigst at fyri o.u. 100 árum síðan, ella enn longri síðan, høvdu fólk sæð okkurt stórt í hesum vatninum, sum liggur í skælingsskarði norðan fyri Skælingsfjall. Kollfirðingar fóru so einaferð við garni ella nót, at fáa fatur á hesum dýrinum. Tað fingu teir og tað var eitt síl sum vigaði 23 pund.
Eg kenni ikki til nakað skrivligt tilfar um hendan tilburð, men hetta er knd søgn her um leiðir, og eg havi ongum møtt sum ivaðist í hesum, og eg meti tí at hetta er satt.

Leggjast skal afturat at Rógvu Mouritsen frá Fiskirannsóknarstovuni eisini er sílafiskari í síni frítíð.

Rógvi hevur eisini svar til nøkur av innleggunum í kjakinum á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Hann skriva millum annað:
Eftir at eg havi kannað hetta sílið, kann eg siga fyri vist at hetta er eitt vanligt føroyskt síl, Salmo trutta trutta.
Tað er ikki úr alibrúki, men hevur liva sítt lív í villini. Tað sæst heilt greitt á uggafjarðum, búkfjaðrum, ryggfjøður og gotfjøður. Men sterturin er slitin og tað er ikki óvanligt á so gomlum fiski.
skuldi nú nakar ivi verið eftir, so sigur roðslan fyri vist, at hetta er villfiskur.
Hetta sílið kann tíverri ikki kryvjast, tí ætlanin er at stappa tað út, men annars kundi ein sæð hvat tað hevur etið nýliga. Men eitt 2,15 kgs síl, sum eg fekk í sama vatni um somu tíð, hevði etið hesar brúnu marflugurnar amphipoda, krabbnadýr ið eru samantrýst frá síðunum, sum t.d. marfluga. Harumframt var nakað av flugularvum. Hini sílini sum eg fekk á vatninum høvdu minni av amphipodum og meira av flugularvum.Edvard skrivar á kjaksíðuni í Norðlýsinum, at tey eru eins stór í Heygadali (demningini í Vestmanna), men her kann eg siga at hetta eru fóðraði síl, Har eru bæði síl og bleikir. Bleikirnar eru upp í umleið 4,5 kg og eisini fóðraðar. Um ælabogasíl eru har eisini veit eg ikki, sigur Rógvi um viðmerkingarnar á kjakstíðuni hjá Norðlýsinum.

Spennandi verður nú at hoyra um onnur vita um størri føroyskt vatnasíl.

Oliver Joensen

Harleyfacadeacryl