Í morgun eru teir í gongd við at rudda vøllin á Tórsvølli fyri kava.
Stórsteypadysturin millum KÍ og HB er vegna veður fleiri ferðir fluttur. Hann skal eftir ætlan spælast í kvøld, um ikki kavi og frost nú fer at arga. Teir eru í morgun í gongd við a rudda vøllin fyri kava. Eftir veðurforsøgnini skal ikki meira kavi koma niður í dag, meðan hitastigini fara at liggja um 2-3 gradur.
Hjá KÍ eru flest allir leikarar tøkir uttan Abubakar Ibrahim Aliyu úr Nigeria, sum framvegis ikki er komin til landið vegna trupulleikar við innfaraloyvinum. Dómarin í kvøld verður Jákup Ø. Mohr. Dysturin byrjar kl. 19.00.


