Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størsti fólkavøkstur í nógv ár

Helgi Abrahamsen

Fólkatalið í Føroyum var 49.615 tann 1. september í ár og er vaksið við 702 fólkum síðani 1. september í fjør. Tað skrivar Hagstovan í dag.

Fólkatalið í Føroyum var 49.615 tann 1. september í ár og er vaksið við 702 fólkum síðani 1. september í fjør. Tað skrivar Hagstovan í dag.

So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðani 2001, tá nógvir føroyingar fluttu heimaftur eftir stóru fráflytingina í kreppuárunum í fyrru helvt av 90árunum.

Árini 1996 til 2003 var ein árlig nettofráflyting úr Føroyum á 1.075 fólk. Frá 1996 til 2003 flutti nakað av fólki heimaftur, meðan árini 2004 til 2013 vóru skiftandi hvat til- og fráflyting viðvíkur.

Men so kom vend í. Í 2014 fluttu 240 fólk fleiri til Føroya, enn tað fluttu av landinum, og í 2015 kom hetta talið uppá 319 fólk. Nú er hetta talið komið heilt uppá 438 (mált frá september 2015 til august 2016). Harumframt eru 264 fleiri fødd enn tað eru deyð í hesum tíðarskeiðinum, so fólkatalið er vaksið við 702 fólkum eftir einum ári.

Hvat kynsbýtinum viðvíkur, so fluttu 32 fleir kvinnur enn menn til landið hetta farna árið, og av teimum sum doyðu vóru 36 fleiri menn. Hinvegin so vóru 22 fleiri dreingir enn gentur føddir. Hetta merkir at í økta fólkatalinum á 702 eru 374 konufólk og 328 mannfólk.