Pallurin sum m.a. Scorpions fara á, sæst aftur í býarmyndini og er stórsti pallur sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.
Streymnýtslan hjá pallinum er ovurhonds stór – ja hann brúkar eins nógv og øll Sandoyggin.
Dagarnar undan festivalinum hevur nógv stákan verið kring um í býnum.
Menn frá Kommununi hava fríðka um miðbýin og eisini eru økið avsett til tjøld, campingbussar o.a.
Sambært fyrireikarunum verður talan um stórsta festivalin nakrantíð tí longu mikudagin vóru eini 7/8000 atgongumerki seld.
Vit vóru ein túr við myndatólinum og tað er ikki ov nógv sagt at Klaksvíkin hesa vikuna er ein festivalbýur burturav.




