Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt barnatiltak á Eystanstevnu

(Hannefía Joensen)

Stevnan hevur altíð verið nakað serligt hjá børnunum, og tað hava fyriskipararnir eisini havt í huga í ár.

Vanliga skrúðgongan er í ár nógv broytt og verður skipað sum eitt karneval, har børnini sleppa at vera við og útfolda seg. Nógv verður eisini gjørt burturúr tivoliøkinum, sum serliga má sigast at venda sær til børnini. Í øllum ítróttarkappingunum á stevnuni eru tað eisini mong børn, ið luttaka. Í ár verða Angela og Hannebal eisini og eru tey at síggja bæði leygardagin og sunnudagin á stevnupallinum. Leygardagin kl 14.00 og sunnudagin kl 17.00

Harleyfacadeacryl