Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stórt eydnuhjól í Skálanum

Oliver Joensen

Árliga eydnuhjólið hjá Klaksvíkar Dansifelag verður í Skálanum sunnudagin 17. mars kl. 17.00. Sum vant, so verða nógvir góðir vinningar: kurvar, páskaregg, kjøt, leikur, flak, sodavatn, gávukort, lomb í heyst, atgongumerki til Norðfestivalin o.m.a.

Møguligt verður eisini at keypa kaffi, the, lakøku, sunkist o.a. So tað er upplagt at gera ein familjutúr í Skálan og fáa eina hugnaliga løtu.

Tikið verður ímóti lutum í Skálanum hóskvøldið 15. mars frá kl. 18.00 til 20.00.

Harleywoodpaint