Seinasta vár skipaði Stuðulsfelagið Dragin fyri einum hugnakvøldið í Skálanum, og av tí at undirtøkan var so góð, er ætlanin at royna tað aftur og at hava eitt slíkt hugnakvøld leygarkvøldið 6. mars
Kl. 20 byrjar borðhaldið við smyrjubreyði við føroyskum viðskera. Síðani
verður sangur við tónleiki og vónandi eisini okkur skemtiligt undir borð-
haldinum. Eisini verður ein stutt framsýning, har Dansihugni fer at vísa
fram nakar fólkadansir.
Kl. 23 lata hurðarnar upp fyri almennum gamlamannadansi. Í ár er tað
tann kendi bólkurin Lagamenn úr Hvalba, sum fara at spæla sín frálíka
góða, gamla dansitónleik.
Tey, ið ynskja at tilmelda seg til borðhaldið og dansin kunnu ringja á tlf 456661
ella 456282. Tað er ikki neyðugt at tilmelda seg, um ein bert kemur til dansin,
sum byrjar kl. 23.
Kostnaðurin fyri borðhaldið og dansin er 180 kr, men fyri dansin er tað 120 kr.




