Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt jólatombola á Viðareiði tunnilsdagin – Poul F. í kvøld

Danial Viðoy

Nógv hendir í Norðoyggum í morgin, tunnilsdagin. Tað er ikki bara í Klaksvík at nógv er at fara til. Í missiónshúsinum á Viðareiði verður stórt jólatombola við nógvum forvitnisligum vinningum. M.a. eitt atgongumerkið til SummarFestivalin.

Nógv hendir í Norðoyggum í morgin, tunnilsdagin. Tað er ikki bara í Klaksvík at nógv er at fara til. Í missiónshúsinum á Viðareiði verður stórt jólatombola við nógvum forvitnisligum vinningum.

Men halt tær fast. Longu í kvøld klokkan sjey verður eitt stórt tiltak í snotiliga Viðareiðis Skúla, sum í dag fyllir 27 ár. Hanus G. Johansen fer at syngja Poul F.-sangir og Hans Jacob Kollslíð fer at hugleiða um Poul F.

Teir hava ferðast kring landið við hesum væleydnaða tiltakinum og í kvøld kl. 19.00 eiga viðingar og norðoyingar tørn.

Tað er eingin orsøk at ganga hendur í lumma á Viðareiði í vikuskiftinum; ella tað verður man helst noyddur til í kuldanum.

Men hevur tú hug at vinna gávukort frá EFFO, fisk, sodavatn, eitt atgongumerkið til SummarFestivalin ella ein Galaxy tab2, royn so eydnuna í Missiónshúsinum í morgin klokkan 15.00. – Vaflur, rómi og súltutoy aftur við einum heitum kaffimunni verður eisini at fáa. Júst tað, ein kaldur kroppur hevur brúk fyri ein kaldan vetrardag.

Sum skilst á politikarunum, fer Viðareiðisvegurin í søguna um ikki so langa tíð. So tað býðst møguleiki at koyra ein søguligan túr norður til Viðareiðis í kvøld og í morgin.